Sjey frystilínuskip í fremmandum sjógvi

- Streymurin verður harður alla vikuna, men veðrið verður hampiligt. Útróðrarbátar við snellu fáa nakað av upsa.

Í løtuni eru fimm ísfiskalínuskip til fiskiskap, og tey eru øll undir Føroyum.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við, at okkurt av skipunum kemur inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Sjey frystilínuskip fiska í Eysturgrønlandi, eitt er á Flemish Kap, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. Helst kemur okkurt av frystilínuskipunum heim at landa í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin verður harður alla vikuna, men veðrið verður hampiligt.  

 

- So, helst verður nakað av útróðri. Fiskiskapurin við línuni er ikki góður, men útróðrarbátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa.