Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Malta, har Føroyar seta punktum fyri hetta fótbóltsárið.
Tvær ferðir áður hava Føroyar spælt ímóti Malta á Ta´Qali tjóðarleikvøllinum. Fyrra ferðin var í HM undankappingardysti 30. apríl í 1997, tá ið Føroyar vunnu 2-1.
Seinna ferðin var fyri júst fimm árum síðani. 19. november 2013 vann Malta vinadyst 3-2.
Í 1997 var tað Todi Jónsson, sum við rimmarmáli í næstsíðsta minutti syrgdi fyri, at føroyingar vunnu. Øssur Hansen hevði við brotssparki javnað til 1-1.
Í 2013 var heimaliðið frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik. Fram ímóti dystarenda minkaðu Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson um munin, so úrslitið varð 3-2.
Tað eru meiri enn 21 ár síðani, at Føroyar vunnu á Malta. Tí sigur tað seg sjálvt, at eingin av teimum, sum var við ta ferðina, framvegis er á liðnum.
Fleiri spælarar, sum eru á listanum í kvøld, vóru eisini við í november 2013. Gunnar Nielsen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson og Klæmint A. Olsen vóru millum teir fyrstu ellivu, og Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen vórðu skiftir inn.
Føroysk feløg hava fleiri ferðir roynt seg i Europa kappingum á Malta. Eitt nú ímóti Valletta FC og Birkirkara.