Fimm føroysk ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í grønlendskum sjógvi. Skipini fáa mest av toski. Væntandi er, at trý av hesum skipum koma heim at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Hini bæði skipini, sum fiska í grønlendskum sjógvi, koma neyvan heim at landa fyrr enn í aðru viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey koma væntandi heim at landa miðskeiðis í næstu viku. Skipini hava eina blanding av toski, longu, brosmu og hýsu.
Umframt ísfiskalínuskipini, fiska eisini tvey frystilínuskip í íslendskum sjógvi.
Bert eitt línuskip er til fiskiskap undir Føroyum. Skipið er á svartkalvaveiðu og kemur inn at landa síðst í næstu viku. Okkurt av línuskipunum, sum liggja við bryggju, fara væntandi út aftur í næstum.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður gott. Umstøðurnar til útróður verða tískil til vildar, men hetta er vánalig fiskitíð, og tí er lítil útróður í løtuni.