Sjey línuskip eru í Eysturgrønlandi

- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi útaftur í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni fska tvey frystilínuskip í íslendskum sjógvi, sjey eru í Eysturgrønlandi, eitt á Flemish Kap, og eitt fiskar í føroyskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt frystilínuskip kemur inn at landa í næstu viku.

 

- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi útaftur í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður óstøðugt og skiftandi.

 

- Vit væntat tí ikki nógvan útróður í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.