Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Í Hällevik tók liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby móti liðnum hjá Mathiasi Hellisdal, Västerås SK.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Áki spældi allan dystin, og í 66. minutti fekk Martin debut fyri Mjällby. Átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Mathias kom á vøllin fyri útiliðið.
Áki hevði nakrar góðar royndir móti málinum hjá Västerås, og var tað bert talan um óeydnu, at hann ikki skoraði í dystinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini, har nummar 23 hjá Mjällby, Áki D. Samuelsen var sera eyðsýndur, og beinleiðis óheppin við ikki at skora:
##med2##











