Sjey misbrúktu brotsspark

Frakland og Ísland fara sunnukvøldið at spæla um at vera mótstøðulið hjá Týsklandi í hálvfinaluni

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar og meiri enn tað, tá ið Týskland og Italia í kvøld í Bordeaux spældu um pláss í EM hálvfinaluni.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í avgerandi uppgerð í EM og HM endaspæli - í níggjundi royndini - eydnaðist tað Týsklandi at fáa bilbukt við Italia. Men tað tók sína tíð og sítt stríð:

Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð vísti talvan 1-1, og so var enn einaferð farið til brotssparkskapping.

Og tá vísti tað seg, at tað er heilt øðrvísi at royna seg úr ellivu metrum í avgerandi løtu í endaspæli, enn tað er at skora mál upp á brotsspark undir venjing. Tá ið bæði liðini høvdu skotið fimm brotsspørk, høvdu tey skorað tvey mál í part!

So var tað, at Manuel Neuer bjargaði skotinum hjá Matteo Darmian, og Jonas Hector tók av møguleikanum at skora fyri Týskland, sum harvið er partur av hálvfinaluni. Um tað verður ímóti Fraklandi ella Íslandi verður avgjørt sunnukvøldið.

 

Dramatikkurin fer í søgubøkurnar, men talan var ongantíð um serliga væl spælda uppgerð, og avrikið livdi ongantíð upp til tað, sum tað var lagt upp til, tá ið tað vóru Italia og Týskland stóðu yvir av hvørjum øðrum.

 

Tá ið Mesut Ӧzil legði Týskland framum í 65. minutti, kendist tað sum um, at Týskland hevði tak á tí. Men Italia svaraði aftur, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki ímóti Jerome Boateng, og Leonardo Bonucci skoraði.

 

Í longdu leiktíðini var tað mesta tómgongd. Og so var tað, at stóri dramatikkurin gekk fyri seg í kapping úr ellivu metrum, og ein røð av fínum fótbóltsspælarum misnýttu – kanska orsaka av tí at teir vóru so móðir og ella tí teir hoyknaðu undir stóra trýstinum.

 

Italia-Týskland 1-1 (0-0)

Týskland vann brotssparkskappingina 5-4

0-1: Mesut Ӧzil 65.

1-1: Leonardo Bonucci  br 78.

Brotssparkskapping:

1-0: Lorenzo Insigne

1-1: Toni Kroos

Simone Zaza sendir bóltin upp um málið

Buffon bjargar royndini hjá Thomas Müller

2-1: Andrea Barzagli

Mesut Ӧzil sendir bóltin í stólpan

Graziano Pellé sendir bóltin við síðuna av málinum

2-2: Julian Draxler

Neuer bjargar royndini hjá Leonardo Nonuzzi

Bastian Schweinsteiger sendir bóltin upp um málið

3-2: Emanuele Giaccherini

3-3: Mats Hummels

4-3: Marco Parolo

4-4: Joshua Kimmich

5-4: Mattia De Sciglo

5-5: Jerome Boateng

Neuer bjargar royndini hjá Matteo Darmian

5-6: Jonas Hector