Nýggj skúlaskipan verður sett í verk í komandi ári. Men longu í summar fara næmingar í miðnámsskúlunum at merkja nakrar broytingar. Afturat vanliga prógvinum fara tey nevniliga at fáa eitt skjal, har miðlapróvtalið er umsett til nýggja sjeytals stigan, sum frá komandi ári verður galdandi í Føroyum.
Stóran ans uttanlands
Í umleið tvey ár hevur verið arbeitt við umfatandi broytingum innan skúlaverkið. Serliga gymnasialu útbúgvingarnar verða endurskoðaðar, og tá tað snýr seg um námsætlanir, fer tað eisini at merkja fólkaskúlan. Tvørfakligir bólkar hava fyrireikað og arbeitt við námsætlanum, og arbeiðið hevur fingið sera stóran ans uttanlands, nevniliga tí samanhangur og stigvøkstur sakal vera frá 1. Flokki og ti lokina miðnámsútbúgving.
Bæði Syddansk Universitet og Undervisningsministeriet í Danmark fylgja arbeiðnum væl og vísa stóran áhuga fyri arbeiðnum, sum er slóðbrótandi.
- Vit gera okkara egnu skipan, men vit nýta eisini íblástur úr grannalondunum. Serliga norska skipanin hevur verið áhugaverd, men vit hava eisini hugt at danska leistinum, av tí, at flestu føroyingar framvegis fara til Danmarkar at lesa, sigur Mortan Zachariassen fulltrúði í Mentamálaráðnum.
Fleiri fyrimunir
Broytingarnar fara at menna fakliga støðið í miðnámsskúlunum. Tað verður lættari hjá lærarunum at meta um avrikini hjá næmingunum, tí saman við nýggja próvtalsstiganum verður eisini ein nýggj og ógvuliga neyv lýsing av, hvat næmingarnir skulu duga, fyri at fáa ymsu próvtølini.
- Hetta fer eisini at gera krøvini eins um alt landið. Tí við hesum neyvu lýsingunum verður ásett júst hvat næmingarnar skulu duga, og tí kunnu vit eisini lættari tryggja okkum og vísa á, at vit fakliga eru á minst sama støði sum londini kring okkum, vísir Mortan Zachariassen á.
Fyri lærararnar fer tað at merkja, at tað verður lítil ivi um próvtalið, sum næmingarnir hava uppiborið fyri avrikið, tí lýsingin av hvat krevst fyri at fáa ymsu próvtølini. Nýggja skipanin hongur sostatt ógvuliga neyvt saman við 7-talsstiganum, sum eisini skal setast í verk.
- Tað er lutfallsliga lætt hjá okkum at seta slíkar umfatandi broytingar í verk, tí vit eru so smá. Vit hava ikki so nógv fólk sum skulu kunnast og setast inn í tingini, fyri at fáa nýggjar skipanir at fungera, greiðir Mortan frá og samanber við Danmark, sum er umleið 100 ferðir størri enn vit, hóast tað í altjóða høpi er eitt ógvuliga lítið land.
Hví ikki bókstavir?
Ì sambandi við, at 7-talsstigin varð tikin í nýtslu í Danmark, var ofta ført fram, hví sonevnda bókstavaskipanin, eisini nevnd ECTS stigin, ikki varð sett í verk í staðin. Og tað hevur eisini verið ført fram her heima. Men fyrimunirnir við 7-talsstiganum eru fleiri.
-Tað er soleiðis, at allir hægri lærustovnar í Danmark taka fólk inn eftir miðaltalinum av øllum givnum próvtølum. Og tað letur seg jú ikki gera at finna miðaltalið, um tú hevur ein próvtalsstiga við bókstavum, sigur Mortan.
Hann vísir á, at eitt umráðandi krav til danska 7-talsstigan var, at hann skal kunna samaberast við evropeiska ECTS-stigan. Við 7-tals stiganum fært tú tískil bæði roknað miðaltalið og samanborð beinleiðis við evropeiska ECTS stigan.
Tað er stórt granskingararbeiði handan 7-tals stigan, og hann var mettur at vera besta loysnin í Danmark. Og av tí, at nógv tey flestu, sum fara út um landoddarnar at lesa, framvegis fara til Danmarkar, so er tað best at nýta tann stigan, sum gevur beinleiðis atgongd til danskar lærustovnar.
- Nýggi próvtalsstigin fer at gera tað lættari fyri føroyingar, ið ætla sær undir lesnað í Danmark, tí nú verða tølini tey somu. Samstundis verður tað eisini lættari at søkja á lærustovnar uttanfyri Danmark, vísir Mortan Zachariassen á.