Sjey talið fyri fyrstu ferð á Argjum

Argjabáturin var tann einasti, sum megnaði at vera fyrstur á mál í øllum sjey FM róðrunum

Longu á Vestanstevnu var tað greitt, at Argjabáturin hevði vunnið FM fyri 9. ferð. Undan ólavsøkuróðrinum var spurningurin, um tað fór at eydnast argjamonnum at vinna FM við fullum stigatali. Tað eydnaðist. Argjabáturin vann aftur hesa ferð.

Sigurin var ikki so trivaligur, sum hann hevur verið fyrr í summar, men tað hevði minni at siga. Árnfirðingur og Heiðabáturin, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, hingu leingi uppií, men á teimum síðstu tvey hundrað metrunum var als eingin ivi, og Argjabáturin var tað mesta av einari bátslongd undan Árnfirðingi, tá ið teir fóru um málið.

Argjabáturin skrivaði søgu ólavsøkuaftan. Eina ferð áður hevur hann vunnið allar róðrarnar. Tað var í 2000, tá ið 7. FM heitið varð tryggjað. Í 2004 vann Argjabáturin FM fyri 8. ferð. Tá kendist FM sigurin neyvan so søtur, sum hann gjørdi tað hesa ferð. Undan Ólavsøku hevði Argjabáturin vunnið allar róðrarnar, men á Ólavsøku snýtti Kvívíkingur FM vinnaran.

Orsøkin, til at Argjabáturin hesa ferð skrivaði søgu, er, at hetta er fyrsta ferðin, at báturin hevur vunnið allar sjey FM róðrarnar.