Sjey uppsøgd hjá Smyril Line

Smyril Line hevur í dag sagt 7 fólkum úr starvi. Talan er um fólk, ið starvast í Tórshavn, Hanstholm og umborð á Norrønu. Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at uppsagnirnar eru úrslit av teimum umskipanum, ið hava verið í virksemi felagsins seinasta árið. Smyril Line hevur seinasta hálvt annað árið arbeitt miðvíst við at broyta rakstrarúrslitið frá halli til vinning. Hetta hevur merkt, at virksemið hjá Smyril Line er umskipað og fokuserað.

- Í desember 2008 varð siglingarskráin gjørd einfaldari og burðardyggari, og í hesum sambandi varð raksturin av hotellvirkseminum umborð effektiviseraður munandi, eins og minkað varð um talið av starvsfólkum á skipinum, sigur Peter Holm, stjóri í Smyril Line.

Peter Holm vísir á, at farna árið er hildið áfram við at einfalda og fokusera rakstur, sølu og arbeiði annars á Smyril Line. Hesar tillagingar hava eydnast so væl, at felagið nú hevur rokkið sínum máli um ein sunnan rakstur við positivum rakstrarúrsliti.

- Tá ið virksemið varð umskipað í desember 2008, varð starvsfólkaliðið á hotelldeildini á skipinum skert. Við uppsagnunum í dag verður restin av felagnum lagað til broytta virksemið. 3 av teimum uppsøgdu hava starvast umborð á Norrønu, 3 í Tórshavn og 1 í Hanstholm. Av teimum uppsøgdu eru 5 føroyingar, staðfestir Peter Holm, stjóri í Smyril Line.

Sagt verður eisini, at tillagingin av starvsliðnum gevur Smyril Line nakað av sparingum, men gevur eisini felagnum møguleika til at gera íløgur á øðrum økjum, ið geva fyritøkuni størri inntøku.