Sjey varafólk taka sæti á tingi í dag

Á tingfundinum í dag fara øll landsstýrisfólkini at leggja tingsessirnar frá sær, og varafólkini taka við og røkja tingsessirnar, so leingi landsstýrið situr. Av tí at Johan Dahl var burturstaddur, kom Jaspur Langgaard inn sum varmaður leygardagin, og av tí at Bárður Nielsen varð valdur til løgann á fundinum leygardagin, kom Erhard Joensen á ting sum varamaður fyri hann.

Bill Justinussen fekk eisini farloyvi úr løgtinginum, tí hann skuldi á ST aðalfund í New York og fyri hann møtir Steffan Klein Poulsen á tingfundinum í dag.

Hini føstu varafólkini, sum taka sæti í dag, eru Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinu, Heðin Zachariasen, Annika Olsen og Brandur Sandoy fyri Fólkaflokkin.

Sum varafólk fyri burturstaddur Bill Justinussen og Johan Dahl møta í dag Tordur J. Niclasen og Eyðdis Hartmann Niclasen.

Annika Olsen hevur fyrr boðað frá, at hon ikki røkir tveir fólkavaldar sessir í senn. Tí kemeur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen inn sum varamaður fyri hana, um hon ikki hevur broytt støðu og kortini fer at røkja løgtingsessin við síðani av borgarstjórasessinum í Havn.