Sjeynda FM-heitið hjá Jákupi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Jákup á Borg, hjálparvenjara tveir tímar aftaná FM var heima

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Jákup á Borg, leikandi hjálparvenjara hjá B36 tveir tímar aftaná endurvunna meistaraheiti var tryggjað við einum 2-1 sigri á TB, samstundis, sum NSÌ bert megnaði javnleik 0-0 ímóti HB.

 

Talan er um sjeynda meistaraheiti hjá Jákupi. Hann hevur FM við B36 í 1997, 2001, 2011, 2014, og í 2015. Jákup hevur eisini vunnið FM við HB í 2004, og í 2006. 

 

Jákup, sum fyllir 36 í oktober fer at taka enn eitt kappingarár við B36 í 2016, men hann staðfestir, at hann fer nokk ikki at halda á líka leingi, sum hetjan í Manchester United, Ryan Giggs.

 

Í samrøðuni spyrja vit eisini bilrøktarmannin hvønn bil B36 kann samanberast við, um tað er ein skjótur Ferrari, ella ein stabilur Volvo.