Sjeynda dystin á rað sat Mattias á beinkinum hjá Fredericia

Føroyski landsliðsmálverjin hevur ikki vart málið hjá Fredericia síðani 2. august

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað ikki áhugavert at fylgja FC Fredericia í næstbestu donsku fótbóltsdeildini fyri tíðina.

 

Sjeynda dystin á rað mátti Mattias H. Lamhauge síggja ein dyst hjá Fredericia frá beinkinum. Mattias hevur ikki spælt ein kappingardyst fyri Fredericia síðani 2. august. Í fleiri vikur var Mattias eisini darvaður av einum skaða.

 

Í kvøld vann Fredericia stórsigur 5-0 (1-0) á B93 á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. 23 ára gamli Valdemar Birksø vardi aftur málið hjá Fredericia í kvøld.

 

Venjarin hjá Fredericia, Michael Hansen hevur annars sagt við Fredericia Dagblad, at hann hevur ein jaligan trupuleika, tí hann hevur tveir góðar málverjar at velja ímillum. 

 

Tað gongur væl hjá Fredericia. Teir eru næstfremst í deildini við 31 stigum. OB er fremst í deildini við 40 stigum.

 

Mattias kappast við ársins málverja, Bárð á Reynatrøð og Teit M. Gestsson, ið hava nógvar dystir í beinunum um at verja føroyska málið í útidystunum móti Armenia og Norðurmakedonia í Nations League.