Tá tað í fyrsta umfari ikki eydnaðist at taka Sea Shepherd-skipið við Paul Watson á brúnni, fór Ólavur Halgi nú á Havnina at gera seg út av nýggjum. Fýra aðrir gummibátar, sum gingu dupult so skjótt sum Sea Shepherd, vórðu nú tiknir umborð, og samstundis vórðu 10 politistar settir umborð á Ólav Halga undir leiðslu av Jon Mortensen, varapolitikommiseri.
Fútin hevði gjørt av, at Watson skuldi takast, um tað annars var møguligt at koma umborð - eisini, um skipið fór út um tríggjar fjórðinga markið.
Alt hetta hendi fríggjadagin 11. juli í 1986, og sama morgun var Sea Shepherd sæddur inni á Gøtuvík, har ein grind hevði lagt beinini. Alt spældi tó friðarliga av í grindini, og Sea Shepherd var liggjandi allan dagin eystan fyri Nólsoynna.
Um kvøldið klokkan 19.30 kemur Sea Shepherd suður millum Stong og Eystnes. Skipið siglir tætt fram við molanum í Havn nakrar ferðir, har Ólavur Halgi liggur og riggar til. Tað tyktist, sum Watson vildi siga: ”Kom og tak meg, eg eri klárur”, og eftir at hava siglt nakrar ferðir aftur og fram, setir hann kós móti Glyvursnesi og víðari suðuryvir.
Klokkan 23.30 er Ólavur Halgi klárur og loysur frá landi og setir somu kós sum Sea Shepherd. Klokkan 03.10 síggja teir umborð eitt ekkó á radaranum. Tað vísir seg at liggja stilt ein slakan fjórðing innan fyri tríggjar fjórðinga markið eystur úr Akrabergi, og lítla løtu seinni verður tað staðfest, at talan er um Sea Shepherd.
Tá Ólavur Halgi var komin tveir fjórðingar frá skipinum, setir Paul Watson ferðina upp og siglir í ein sunnan. Umborð á Ólavi Halga eru gummibátarnir klárir at seta út, og longu klokkan 03.20 er fyrsti gummibáturin komin í sjógv. Løtu seinni eru allir tríggir gummibátarnir settir út.
Gummibátarnir eru mannaðir við einum bátaførara á hvørjum báti av manningini á Ólavi Halga umframt níggju politistum. Leiðarin hjá politinum, Jon Mortensen, var verandi umborð á vaktarskipinum til at samskipa átakið.
Eftir hetta verður fjórði gummibáturin settur út, mannaður við tveimum monnum. Hesin bátur skuldi hava til uppgávu at vera “bakktroppur” - og soleiðis liggja aftan fyri Sea Shepherd, um nakar av hinum trimum bátunum møguliga holvdist ella kom í aðrar trupulleikar.
Tað tók teimum trimum gummibátunum hálvan tíma til at koma upp á síðuna av Sea Shepherd, tveir um stýriborð og ein um bakborð. Samstundis kallar vakthavandi á Ólavi Halga, yvirstýrimaðurin Kári Horn, á Sea Shepherd og gevur Paul Watson hesi boð: “You are under arrest, will you please stop your engine rigth now.” Watson svarar aftur beinanvegin: “You think so-ha-ha-ha“.
Tá teir tríggir gummibátarnir komu upp á síðuna á Sea Shepherd, vísti tað seg, sum um Watson var tikin á bóli. Hann var jú vanur við at kunna sigla undan í slíkum føri, men hesir bátarnir vóru skjóttgangandi og kundu sigla kring skipið, um teir løgdu í. Nú føldi Watson seg undir trýsti og handlaði hareftir.
Sea Shepherd var jú allur, sum hann var, inngyrdur við píkatráði, so har var ikki hugsingur um at koma umborð. Tað fyrsta, íð hendi var, at teir umborð á Sea Shepherd stoyttu bensin á sjógv, og síðani varð eitt neyðbluss kastað í bensinið fyri at festa í, men tað miseydnaðist.
Umborð á Sea Shepherd sprændu teir alla tíðina vatn eftir gummibátunum, og eisini varð roynt at tvinga skipið at broyta kós ella slakka við at sigla frammanfyri, men alt til fánýtis. Hann hvørki slakkaði av ella broytti kós og tyktist líkaglaður, um hann sigldi bátarnar niður ella ei.
Bátarnir tóku nú seg longur aftur og yvir av Sea Shepherd í eini roynd at kasta táragassgranatir inn á dekkið, og tað eydnaðist at fáa tríggjar granatir á dekkið. Táragassið gjørdi ikki nógv um seg, tí eisini her var Watson fyrireikaður. Manningin var øll í gassmaskum, og eisini høvdu teir leðurhandskar, so teir kundi taka granatirnar og kasta tær í havið.
At fjórða granatin ikki kom inn á dekkið var tí, at nú var Watson byrjaður at skjóta við línuriflu, soleiðis at línan var skorin burtur, so bara rakettin var skotin. Ein av hesum rakettum rakti ein av bátunum, men tað var so heppið, at rakettin rakti eitt skoyti, har báturin er sterkastur og gleið samstundis í havið. Hvør bátur hevði 60 litrar av bensini innanborða, so hevði rakettin rakt øðvísi kundi báturin verið sprongdur í luftina.
Politistaliðið hevði eisini maskinbyrsu umborð, sum lógu niðri í bátinum alla tíðina. Tær vóru tó ikki brúkar, men í tí føri, har tað gjørdist neyðugt, kundi verið øðrvísið.
Vanligt er at skip av hasum slagnum hava 3-4 línukastitól, men Paul Watson skeyt 40-50 slíkar eftir gummibátunum. Men, tað var ikki nóg mikið við hesum. Nú herdi Watson álopið við at kasta sokallaðar “skruptussir”, mest at samanlíkna við sólirnar, sum brúkar verða á nýggjárinum.
Hesar snurra runt, eru gjørdar úr løttum metalli, og tá tendrað verður í tær, fara tær í tann rætning, tær vera sleptar. Verður ein raktur av slíkum vápni, býður ikki bøtur við, at tær skera og flensa alt upp alt, ið fyri er.
Klokkan seks morgunin, eftir at bátarnir høvdu jagstrað Sea Shepherd í stívliga tríggjar tímar, vóru menninir tiknir umborð aftur á Ólav Halga, sum tó helt fram við at elta skipið til klokkan 09.00, og tá vóru skipini komin stívliga 70 fjórðingar suður úr Akrabergi.
Ólavur Halgi vendi nú við og setti kós móti Havnini, har hann kom seinnapartin 12 juli 1986.
Kelda: www.fve.fo