Føroya Sjómansskúli og Klaksvíkar Sjómansskúli standa við fýra siglingum, sum skulu avgreiðast, tá tað fer at vára aftur. Men einki far er at sigla við, og tískil eru skúlarnir komnir í neyð.
Síðan Ólavur Halgi varð seldur, hevur Sjómansskúlin brúkt danska skipið Lars A Kruse til venjingar við næmingum.
Men nú er skipið farið avstað aftur til Danmarkar, har tað er lýst til sølu.
Petur Hans Dahl, varaskúlastjóri á Føroya Sjómansskúla sigur, at tað kann vera ógvuliga ivasamt, um føroyingar fáa møguleika fyri at leiga skipið aftur eina aðra ferð, brúk er fyri tí.
Norska vaktar- og bjargingartænastan liggur framvið at fáa skipið.
Nógvir pengar
Føroya Sjómansskúli hevur leigað Lars A Kruse í tveimum umførum í ár. Prísurin hevur verið umleið ein hálv millíon hvørja ferð. Ella tilsamans umleið ein fjórðing av tí, skipið kann keypast fyri.
Men einki røkist fyri slíkum keypi, sigur Petur hans Dahl.
Sjómansskúlin hevur biðið um fund við Landsstýrið um hetta týdningarmikla málið.
Støðan er tann, sigur Petur hans Dahl, at talan er um lív ella deyð fyri skúlan. Av tí, at einki kann leggjast til rættis við siglingini, ber heldur ikki til at leggja skeiðætlanir við næmingunum. Alt er tengt hvørt at øðrum.
Petur Hans Dahl er rættiliga vónsvikin av teirri viðferð, Sjómansskúlin hevur fingið.
»Ein skuldi ikki trúð, at føroyingar eru ein siglandi tjóð, tá ein sær, hvussu Sjómansskúlin verður prioriteraður í mun til aðrar skúlar,« sigur hann.
Altjóða krøv
Siglingin er í tráð við bæði IMO krøv og eisini samtykt við Løgtingslóg.
Men her larrar bara víðari, uttan at nakar tykist vakna. Skúlin koyrir upp á pumpurnar, sigur Petur Hans Dahl.
Verður ikki okkurt munagott gjørt beinanvegin, verða vit afturútsilgdir og missa altjóða góðkenning. Og so er bara at slá seym í hurðina, sigur varaskúlastjórin á Føroya Sjómansskúla.
Lars A Kruse kom aftur á Havnina um vikuskiftið. Hann hevði verið seinasta túrin við næmingum frá Sjómansskúlanum.
Hetta vóru skiparar, sum høvdu verið og vant í donskum farvatni. Lærari teirra á ferðini var Sakaris Poulsen.
Lars A Kruse er farin aftur til Frederikshavn, har hann nú verður lagdur, til helst onkur fer at keypa hann.
Og so hava føroyskir sjómansskúlanæmingar mist tann møguleikan.
Arbeiða alla tíðina
Landsstýrið arbeiðir alla tíðina við at finna eina loysn á hesum málinum, sigur Petur Petersen, stjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í Tinganesi, sum millum annað umsitir sjómansskúlarnar.
Hann sigur, at tað er ikki heilt rætt, at Føroya Sjómansskúli ikki verður prioriteraður á sama hátt sum aðrir skúlar.
Petur Petersen vísir á, at Føroya Sjómansskúli júst hevur fingið játtan upp á einar fýra - fimm milliónir krónur til útbygging.
Arbeitt verður við at finna eina varandi loysn við siglingartrupuleikanum hjá Sjómansskúlanum, sigur Petur Petersen.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at keypa eitt skip til Sjómansskúlan.
Sjómansskúlin sær sjálvandi sín tørv isoleraðan til siglingina við næmingum. Men tann siglingin varar kanska einar tveir mánaðar alt í alt. Og so liggur skipið helst restina av árinum.
»Um so verður, er tað kanska bíligari at leiga eitt skip fyri eina hálva millión hvørja ferð.«
Men arbeitt verður við nógvum møguleikum. Eitt nú at finna fleiri, sum hava brúk fyri skipi og sum kunnu ganga saman um eitt skipakeyp.
Tann loysnin, sum var við Ólavi Halga, har Sjómansskúlin slapp við skipinum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, var brúkilig. Og okkurt líknandi kundi Tinganes hugsað sær.
Petur Petersen sigur, at fundur verður heilt skjótt við Sjómansskúlan. Og hann fegnast um, at vit hóast alt ikki eru afturút við siglingarvenjingum. Eingin stendur og bíðar, og eingi prógv eru í vanda, sigur stjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í Tinganesi.
Fleiri skip
Annars hevur sjómansskúlin framleigað Lars A Kruse frá P/F N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum eigur Nim, sum Vaktar- og Bjargingartænastan leigar.
Gudmund Mortensen, stjóri í P/F N.J. Mortensen, sigur, at felagið hevði sáttmála við Saga Petroleum um at lata Nim vera vaktarskip í Norðsjónum í samband við arbeiði, oljufelagið gjørdi har í summar.
Tá so Vaktar- og Bjargingartænastan leigaði Nim, leigaði N.J.Mortensen Lars A Kruse í staðin.
Hann hevur so verið í Norðsjónum við føroyskari manning í summar. Men hesa seinastu tíðina hevur so Sjómansskúlin leigað hann aftur frá N. J. Mortensen fyri eina hálva millión krónur.