Birna er útbúgvin sum lærari og hevur starvast sum lærari í føstum starvi frá 2008 – 2020.
Eisini hevur hon rikið Glyvralon í nøkur ár, verið deildarleiðari á Sjóndeplinum í styttri skeið 2024 – 2025 og sett sum fyribils leiðari á heysti 2025 til nú.
Hesa stuttu tíð, Birna Vestergaard hevur verið fyribilsleiðari á Sjóndeplinum, hevur hon víst dygdir og gott handalag, sum ein hóvligur og miðvísur leiðari.
– Stýrið ynskir Birnu Vestergaard til lukku við starvinum og bestu eydnu, skrivar stýrið fyri Blindastovnin í tíðindaskrivi.
##med2##












