Sjónvarpsmarknaðurin krevur broytingar

Stjórin á Televarpinum heldur, at pakkabroytingarnar, sum nú gerast veruleiki, eru við til at flyta føroyska sjónvarpsmarknaðin rætta vegin. Umframt broyttar pakkar eru rásir í HD-góðsku og netvarp eisini í umbúna

 

 

Í farnu viku fingu viðskiftafólk hjá Televarpinum bræv, har kunnað varð um nýggjar pakkasamansetingar, sum koma í gildi 1. desember. Talan verður nú um ein grundpakka, ein meðalpakka og ein stórapakka, og alt eftir, hvørjar rásir kundin vil síggja, kann hetta geva ein broyttan kostnað fyri kundan.

 

Stjórin á Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, sigur við in.fo, at talan er um broytingar, sum hava verið í umbúnað í eina tíð.

 

- Seinnu árini eru hendar stórar rembingar á sjónvarpsmarknaðinum. Fleiri útbjóðarar eru komnir, serliga á internetinum, og tað hevur havt tvær meginbroytingar við sær. Nevnliga at kostnaðurin á rættindunum til best umtókta tilfarið, serliga ítróttarhendingar, er vorðin munandi størri, og at kostnaðurin á øðrum tilfari, so sum filmum og røðum, er vorðin minni – eitt nú umvegis Netflix. Hetta hevur gjørt, at vit hava verið noydd at endurskoða pakkabygnaðin, soleiðis at betri samanhangur er millum tað tú fært, og tað tú rindar. Hetta er samstundis ein bygnaður, sum rættindaveitarar kenna seg betur aftur í, sigur Edvard í Skorini.

 

- Nýggi pakkabygnaðurin er skipaður soleiðis, at grundpakkin í stóran mun er ein public-service pakki, har hyggjarin eitt nú sær DR, TV2, NRK og íslendska RÚV. Familjupakkin er meðalpakkin, har nakrar hampuliga dýrar rásir eisini eru við. Og til krevjandi hyggjaran hava vit so stóra pakkan, sigur stjórin í Televarpinum.

 

Umframt broyttan pakkabygnaða boðar Televarpið eisini frá, at HD-rásir og sjónvarp umvegis internetið verður partur av útboðnum hjá felagnum.

 

- Sjónvarp umvegis netið er nakað, sum vit koma at síggja nógv meira til komandi árini, og tí er sjálvandi neyðugt at fylgja hesum rákinum. Viðvíkjandi rásum í HD-góðsku, so hevur avbjóðingin verið, at kapasieturin á sendineti okkara ikki var nóg stórur. Seinasta góða árið hava vit umlagt sendinetið til MPEG4-tøkni, og tað hevur givið okkum møguleika at senda í HD, uttan at vit noyðyast at lækka talið av rásum, sigur Edvard í Skorini.