- Høvdu aðrir flokkar gjørt sum Javnaðarflokkurin, hevði støðan verið munandi ruddiligari.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Men tað hava teir ikki gjørt, minst av øllum Tjóðveldi, leggur hann afturat.
Og tað sigur hann, nú orðaskifti hevur tikið seg upp um samgongumøguleikar eftir næsta val í kjalarvørrinum á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskiftið.
Javnaðarflokkurin hevur langt síðani avskrivað Fólkaflokkin, men hann vil ikki avskrivað Sambandsflokkin. Hetta hava summi tjóðveldisfólk tikið sum prógv fyri, at Javnaðarflokkurin heldur vil í samgongu við Sambandsflokkin enn við Tjóðveldi.
Tjóðveldisfólk vísa á, at flokkurin hevur rætt hondina út ímóti Javnaðarflokkinum at skipa samgongu eftir løgtingsvalið. Men Sjúrður Skaale sigur, at samstundis rættir Tjóðveldi hondina minst líka langt út ímóti Fólkaflokkinum.
- Vit kunnu siga at Høgni rættir Jørgeni høgru hond, og Akseli vinstru hond, sigur Sjúrður nú seinnapartin.
- Ynskið um eitt hjúnarband millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin er so sterkt, at tá ein limur í leiðslu Tjóðveldisins (Tór Marni Weihe) herfyri varisliga bar fram, at flokkurin skuldi avskrivað Fólkaflokkin, mundi hann blivið etin. Fólkaflokkurin og og Tjóðveldi var einasta samgonga, nógv tjóðveldisfólk yvirhøvur vildu vita av, sigur Sjúrður Skaale.
- At krevja, at Javnaðarflokkurin skal avskriva Sambandsflokkin, samstundis sumTjóðveldi fyri tað ongan avskrivar, og samstundis púra opið fríggjar við Fólkaflokkinum, er altso nokkso flott, heldur fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Hann heldur, at møguleikin fyri eini samgongu ímillum verandi andstøðuflokkar, er so avgjørt til staðar.
- Men Sambandsflokkurin er altso eisini ein møguleiki hjá Javnaðarflokkinum, tí eisini har eru bæði fólk sum ásanna tørvin á vinnuligari nýskipan og fólk við sosialum medviti.
Sjúrður Skaale heldur, at tíðin er komin til, at aðrir flokkar tora at gera sínum veljarum greitt, at teirra val eisini er eitt frával, akkurát sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt. Og hann rør framundir, at tað átti Tjóðveldi eisini at gjørt.
- Men sjálvandi – tað kann kosta atkvøður. Og tann prísin vil Tjóðveldi ikki rinda, leggur hann afturat.