Jóannes Hansen
Skattainntøkurnar boða frá, at tað er nógv virksemi í teimum trimum kommununum við Skálafjørðin. Frá januar og til og við november mánað í ár var fyribilsskattainntøkan í teimum trimum kommununum tilsaman meiri enn tvær milliónir krónur størri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør.
Størsti lutfalsligi vøksturin var í Sjóvar kommunu. Har var fyribilsskattainntøkan fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 4,08 prosent størri, enn hon var tað í fjør. Tað svarar til 857.351 krónur. Í fjør var skattainntøkan hetta tíðarskeiðið 21,023 milliónir krónur. Í ár var hon 21,88 milliónir krónur.
Skattaprosentið í Sjóar kommunu í ár er 21,5, ið er tað sama, sum skattaprosentið var í 2010.
Størsti vøksturin í krónum var í Runavíkar kommunu. Har var fyribilsskattainntøkan fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 997.930 krónur størri, enn hon var tað í fjør. Vøksturin svarar til 1,01 prosent. Í ár var skattainntøkan í Runavíkar kommunu fyrstu ellivu mánaðirnar 100,135 milliónir krónur. Í fjør var hon 99,137 milliónir krónur.
Skattaprosentið í Runavíkar kommunu í ár er 22,0, ið er tað sama, sum tað var í fjør.
Í Nes kommunu hevur eisini verið vøkstur í skattainntøkuni, um enn vøksturin ikki hevur verið so stórur, sum hann hevur verið í hinum báðum kommununum á Skálafjørðinum, hvørki í prosentum ella í krónum.
Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var fyribilsskattainntøkan í Nes kommunu 252.478 krónur størri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Skattainntøkan inntil 30. november í ár var 29,228 milliónir krónur. Í fjør var hon 28,975 milliónir krónur.
November hilnaðist betri í skatti hjá Nes kommunu, enn hann gjørdi hjá hinum báðum kommununum á Skálafjørðinum. Vøksturin í Nes kommunu í november var 125.076 krónur ella 4,82 prosent. Í Runavík var skattainntøkan í november í ár 1.464 krónur minni í ár, enn hon var tað sama mánað í fjør. Talan var um afturgongd upp á -0,02 prosent. Í Sjóvar kommunu var skatturin í november í ár 78.651 krónur størri, enn hann var tað í fjør. Tað svarar til eina meirinntøku upp á 3,97 prosent.