Skál fyri útlendskari abeiðsmegi!

At halda útlendingar burturi frá arbeiðsmarknaðinum, er ikki vegurin at ganga. Tað minkar um framleiðsluna. Um inntøkuna. Um skattin. Og tað ger kreppuna verri ?

Ingeborg Vinther skilir ikki hví eg eri so "óður" um, at vit nú aftur stongja arbeiðsmarknaðin fyri arbeiðsmegi uttanfyri norðurlond - soleiðis sum lógin sigur at vit skulu, tá arbeiðsloysið hevur verið omanfyri 3,5% í tríggjar mánaðir. ? "Um ásetingin var so vánalig", sigur hon, "so átti Sjúrður Skaale havt latið vera við at atkvøtt fyri lógini". Hon spyr eisini um Sjúrður er vanur at samtykkja lógir, sum hann "ikki ordiliga meinar skulu verða fylgdar." Men so sigur hon eisini, at "tað skal sjálvandi vera loyvt at broyta meining". ? Útlendingaøkið er danskt, og umrødda lóg var samtykt sum eitt ríkislógartilmæli. T.e. ein áheitan á danskar myndugleikar um at seta hana í verk fyri Føroyar. ? Men eg atkvøddi ikki fyri hesum á løgtingi. Tí eg sat ikki har tá. Eg sat á fólkatingi. Og eg havi heldur ikki broytt meining. Tá málið var fyri á fólkatingi, segði eg effinett tað sama, sum eg sigi í dag.
Ov lítil bót á holið ?Tað var 29. apríl 2008, at fólkatingi viðgjørdi hesa áheitanina úr Føroyum. ? Í talu míni greiddi eg fólkatinginum frá, hvussu ómetaliga trupult tað var hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi. Hetta kendi eg nógv til, tí tað gekk ikki dagur uttan at føroysk virki vendu sær til skrivstovuna á Christiansborg um hjálp og vegleiðing. Somuleiðis greiddi eg frá, at rættartrygdin hjá umsøkjarunum mangan var sera ivasom. ? Tí helt eg lógina vera eitt framstig - men legði hetta afturat: ? "Men det foreliggende lovforslag er ikke en endelig løsning. Helt overordnet er der ingen tvivl om, at vi ikke får tilfredsstillende retssikkerhed og gennemsigtighed på dette område, før både behandlingen af ansøgningerne, de trufne beslutninger, ansvaret for beslutningerne og konsekvenserne af dem ligger på ét og samme sted: på Færøerne. ? Med dette lovforslag bevæger vi os i den rigtige retning - men ikke langt nok. Værre bliver det desværre af, at når arbejdsløsheden på Færøerne har været over 3,5 pct. i 3 måneder, skal der ifølge forslaget igen sættes begrænsninger på arbejdskraftens mobilitet. ? At forudsætningerne kan ændres med kort varsel, kan ikke bare sætte ansøgerne og det færøske erhvervsliv i en vanskelig situation; det kan også gøre loven unødvendigt vanskelig at forvalte. Lovforslaget er grundlæggende en lappeløsning, men med bestemmelsen om de 3,5 pct. gør man lappen mindre end det hul, der skal lappes." ? Hetta er tann støða, Tjóðveldi hevur havt og hevur: Økið skal yvirtakast, og føroysk virki skulu hava lættari atgongd til arbeiðsmegi í ES. ? Og tað er ikki bara Tjóðveldi, sum heldur hetta. Tað er stórur meiriluti fyri tí á tingi. Tað er, mær vitandi, bara ein flokkur, sum krevur markið uppá 3,5%.
Rakar ikki føroyingar ?Ingeborg pástendur, at tað bara er ófaklærd arbeiðsmegi, sum kemur inn: "Tað er eingin og hevur eingin eftirspurningur verið eftir nøkrum øðrum slagi av arbeiðsmegi uttanífrá", sigur hon. ? Hetta er ikki beint. Og tað er í øllum førum nakað, sum kann broytast. ? Forkvinnan í FA pástendur eisini, at "fyri hvønn útlending, sum verður tikin inn í landið at arbeiða, so verður ein føroyingur sendur til hús". ? Hetta er heldur ikki beint. ? At fáa ein útlending hendanvegin er sera krevjandi fyri ein arbeiðsgevara. Hann hevur, so ella so, ábyrgdina av útlendinginum 24 tímar um dagin. Er ein føroyingur, sum kann selja somu arbeiðsmegi uttan nakað annað roks, er upplagt, at føroyingurin verður tikin framum. Tí fara arbeiðsgevarar bara uttanlands eftir arbeiðsmegi, sum ikki fæst í Føroyum. Hví skuldu teir annars gjørt tað? ?
Forða arbeiðsloysi ?Ingeborg eftirlýsir eisini eini ætlan fyri, "hvussu vit forða fyri, at fleiri gerast arbeiðsleys". ? Her eru vit púra samd. Hetta er avgjørt ein uppgáva hjá politiska valdinum í hesum døgum. Og tað er mín vón, at fíggjarlógin verður brúkt til at loysa hesa uppgávu. ? Men at halda útlendingar burturi, er ikki vegurin at ganga. Tað minkar um framleiðsluna. Minkar um inntøkuna. Minkar um avgjøldini. Minkar um skattin. Og ger kreppuna verri. ? "Koyr proppin í fløskuna", skrivar Ingeborg. Eg haldi vit skulu taka proppin úr fløskuni - og siga skál fyri útlendskari arbeiðsmegi!