Skála hóttir AB

07 Vestur er einsamalt oddalið í 1.deild hjá monnum, meðan Skála hálar inn á AB, sum hevur mist stevið eftir eina góða byrjan. Munurin er bara eitt stig.

 

07 Vestur vann 2-1 á KÍ í Sørvági. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Tór-Ingar Akselsen legði 07 Vestur á odda longu aftaná níggju minuttir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Jákup S. Olsen til 2-0, áðrenn Johan Jacobsen minkaði um munin fyri KÍ. Móti endanum av dystinum fekk Ivan Joensen sítt næsta gula kort og var harvið útvístur fyri KÍ.

 

Á Argjum vann HB 2-0 á AB. Málini komu í hvør sínum hálvleiki. Tróndur Jensen legði HB á odda á fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Kristin R. Mouritsen til endaliga støðuna 2-0. Argjamenn hava bara fingið eitt stig av níggju møguligum í seinnu hálvu.

 

Skála andar AB í nakkan og hevur nú bara eitt stig færri. Skála hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B68. Avgerandi løtan í dystinum kom eitt korter fyri tíð, tá Ólavur Mikkelsen legði Skála á odda upp á brotsspark.

 

Hinr báðir dystirnir í 19. umfari, B71 móti Víkingi og NSÍ móti EB/Streymur endaðu við javnleiki 2-2.

 

19. umfar:

 

07 Vestur – KÍ 2-1 (2-1)

1-0 Tór-Ingar Akselsen, 9

2-0 Jákup S. Olsen, 21

2-1 Johan Jacobsen, 29

 

AB – HB 0-2 (0-1)

0-1 Tróndur Jensen, 36

0-2 Kristin R. Mouritsen, 69

 

Skála – B68 1-0 (0-0)

1-0 Ólavur Mikkelsen, 75 (br)

 

B71 – Víkingur 2-2 (2-0)

1-0 Rasmus F. Nielsen, 18

2-0 Bakari Bojang, 40

2-1 Joseph Y. Bassene, 49

2-2 Sverri Jacobsen

 

NSÍ – EB/Streymur 2-2 (1-1)

1-0 Magnus H. Olsen, 34

1-1 Jóhannes Hansen, 39

1-2 Ólavur F. Ejdesgaard, 46 (br)

2-3 Magnus Pauli Sørensen, 80

 

Støðan í 1.deild:

 

1. 07 Vestur 46 stig

2. AB 40

3. Skála 39

4. HB 30

5. Víkingur 27

6. KÍ 23

7. B71 21

8. EB/Streymur 20

9. NSÍ 14

10. B68 11