Skála noyðist niður

Aganevndin hevur sýtt fyri at taka málið um ólógligan spælara hjá TB upp til nýggja viðgerð

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo


Tá fótbóltslandskappingin í fjør var av, var Skála á næst niðasta plássinum í 1. deild.


Tí var niðurflytingin veruleiki, men eitt seinasta ivamál hevur alla tíðina verið kortini.


Skála kærdi nevnliga, at TB hevði nýtt ólógligan spælara í dysti móti Skála, men tann kæran varð upprunaliga avvíst, tí Skála hevði sent kæruna inn ov seint.


Skála kærdi tó málið aftur, vísandi til, at dómaraseðilin frá dystinum var komin ov seint inn. Og tí varð Aganevndin biðin um at taka málið upp til nýggja viðgerð.


Tann viðgerðin hevur nú verið, men tað broytti ikki stórvegis um niðurstøðuna.


Í niðurstøðuni vísir Aganevndin á, at FSF eigur at vísa sera stórt varsemi, um víkjast skal frá kærufreistini, sum vanliga er fimm dagar. Og hóast tað gingu níggju dagar, áðrenn dómaraseðilin frá dystinum kom á heimasíðuna hjá FSF, so kom kæran frá Skála ikki til FSF fyrr enn hálvan annan mánað eftir, at dysturin varð spældur.


Tí metir Aganevndin ikki, at orsøk er at broyta nakað í upprunaligu avgerðini, sum er, at kæran frá Skála verður avvíst, tí hendan ikki lýkur tíðarfreistina.


Soleiðis er nú endaliga greitt, at Skála í 2010 skal spæla fótbólt í aðru deild. Bert tvey ár eftir, at liðið spældi í Formula-deildini, sum besta deildin æt í 2008.