Í landskappingini hava tað higartil í ár verið Skála kvinnurnar, sum hava megnað mest mótstøðu ímóti KÍ, og í steypafinaluni verður tað Skála, sum skal stríðast ímóti KÍ kvinnunum. Hetta varð greitt tíðliga seinnapartin, tá ið Skála á heimavølli vann 2. hálvfinaluna 3-1 ímóti Víkingi. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Ásgerð Siri Káradóttir setti hol á í 16. minutti, og Kristinbjørg Frederiksen økti um leiðsluna til 2-0 í 24. minutti. Tá ið tað restaði eitt korter skoraði Fríðrún Danielsen til 3-0, og í síðsta minutti pyntaði Mary-Ann Zachariassen um fyri Víking. Fyrra hálvfinalan endaði málleys, og tískil hevur Skála vunnið seg í steypafinaluna við samlaða málmuninum 3-1.
Fríggjakvøldið vann KÍ á heimavølli 5-0 á B36. Hálvleiksstøðan var 2-0. Sigrid Jacobsen skoraði málini í 11. og 15. minutti. Malena Josephsen økti til 3-0 fimm minuttir eftir steðgin. Fýra minuttir undan leikloki økti Rannvá B. Andreasen til 4-0, og í síðsta minuttti staðfesti Malena Josephsen trivaliga 5-0 KÍ sigurin. Í Gundadali var úrslitið 5-1 til KÍ, sum tískil vann seg í finaluna við samantalda málmuninum 10-1.
Finalan millum Skála og KÍ verður leygardagin 3. juli.