Skála venjarin ætlar sær av vinna

Fyrrverandi toppskjútti hjá VB er í álopinum hjá Tampere, sum í fjør rakk triðja innleiðandi umfari í UEFA Cup

INTERTOTO

Í kvøld klokkan seks fer Skála Ítróttarfelag fyri fyrstu ferð at stíga inn á altjóða fótbóltspallin. Tá skulu teir á Svangaskarði spæla ímóti finska Tampere United, sum eftir tíggju tey fyrstu umførini stríðist um fremsta plássið. Teir hava vunnið seks ferðir, tríggjar ferðir hevur verið javnleikur, og teir hava tapt eina ferð.
Mótstøðuliðið hevur dyggar altjóða royndir. Teir hava seinnu árini luttikið í europeisku kappingunum. Í fjør rukku teir í triðja innleiðandi umfarið, men avrikini kundu bent á, at teir eru at tosa við. Í fyrsta umfarinum spældu teir ímóti felag úr Luksemborg. Tað endaði báðu ferðirnar við javnleiki, men Tampere helt fram, tí teir høvdu skorað fleiri mál á útivølli enn mótstøðuliðið. So var mótstøðuliðið úr Aserbadjan. Teir vunnu 3-0 á heimavølli og taptu 1-0 á útivølli. Í triðju royndini var OFK Beograd mótstøðuliðið. Í Finnlandi endaði tað við málleysum javnleiki, og í Beograd vann heimaliðið 1-0.
Á heimasíðuni hjá finska felagnum vilja teir vera við, at tað var altjóða luttøkan, sum kostaði í heimligu kappingini. Teir høvdu sett nøsina upp eftir meistaraheitinum, sum teir mettu seg hava manning at vinna, men seinni parturin av kappingarárinum royndist soltin, og so endaðu teir á tiðja plássinum. Tí eru teir í Intertoto í ár, og finska felagið heldur seg hava góðar møguleikar, nú teir skulu royna seg ímóti føroyskum felag.
Sæð við føroyskum eygum er tað áhugavert at staðfesta, at jugoslaviski Velibor Kuponovic er ein av álopsspælarunum. Tá ið Tomislav Sivic í 1996 vandi VB, var hesin Kuponovic við honum í Vági, og hóast tað kanska ikki eru so mong, sum minnast til hansara, so gjørdist hann VB toppskjútti við níggju málum.
Málverjin Mikku Kaven verður mettur sum tann besti í finsku kappingini. Tá ið Finnland og Danmark herfyri spældu vinardyst vardi hann finska málið. Á miðvøllinum er serliga at leggja til merkis nummar fjúrtan, Jarkko Wiss, sum er afturkomin í fnskan fótbólt, eftir at hann í fleiri ár hevur roynt seg í bretskum fótbólti. Hann sigst vera spælstýrari av tí góða gamla slagnum.

Ætla at vinna
Johan Nielsen og hansara menn vóru í fyrrakvøldið á Svangaskarði og vandu. Setningurin hjá roynda Skála venjaranum, sum áður fleiri ferðir hevur sagt, at Europa Cup er eykaupplivilsi hjá spælarunum, tykist vera størri hesa ferð:
- Vit ætla at vinna á finska liðnum. Eg kenni ikki so nógv til liðið, men at fáa mótstøðulið úr Finnlandi eigur at vera møguleiki fyri okkum. Ein av vinmonnunum hjá Nenad spældi mikukvøldið ímóti teimum. Úrslitið var 3-3, og hann hevur sagt okkum, at teir vóru í 4-3-3 útgangsstøðu, og at teir vardu 4-5-1, sigur Skála venjarin, og hann heldur fram:
- Eg haldi, at okkara lið er hampuliga væl fyri. Fysiskt kundu vit verið longri frammi, men tað gongur rætta vegin. At støðan ikki er betri kemst av, at tað gekk so long tíð, áðrenn vit allir í felag høvdu møguleika at fyrireika okkum til nýggja kappingarárið, sigur Johan Nielsen, venjari hjá Skála, sum fleiri ferðir áður hevur verið í altjóða stríði, og sum ikki sigur seg minnast jugoslaviska álopsmannin, sum áður hevur spælt við VB. Hann og vit undrast á, at fótbóltsminnið hjá okkum er so stytt, tí tá ið Johan Nielsen í 1996 vandi HB, vann VB í triðja umfarinum 2-1 í Gundadali ímóti HB. Tomislav Sivic skoraði fyrra málið, og júst hesin Velibor Kuponovic skoraði sigursmálið!