Í teimum donsku skúlabókunum verða viðurskiftini ímillum danir og týskarar undir seinna heimsbardaga vanliga umrødd sum ein søga um hetjur og brotsmenn, men tey seinastu árini hava søgufrøðingar og onnur víst á, at hetta er ikki meiri enn hálvur sannleikin. Í veruleikanum var tætt samstarv ímillum Danmark og Nazitýskland á fleiri økjum, og eitt nú for-vann danski landbúnaðurin nógvar pengar burturúr at útvega týska herinum ymsar matvørur.
Lene Rasmussen, sum er formaður í felagnum hjá donsku søgulærarunum, segði við blaðið MetroExpress í gjár, at nógvir skúlar brúka søgubøkur, sum eru tjúgu ára gamlar, og tí siga tær einki um tað, sum granskarar hava avdúkað síðani.
- Hetta ger, at næming-arnir fáa eina ljósareyða frásøgn frá luti Danmarkar í krígnum, sjálvt um vit vita, at hetta var ikki so.
Formaðurin í danska næmingafelagnum, Alexander Petersen, er heldur ikki nøgdur við skúlabøkurnar. Hann sigur við MetroExpress, at upplýsingarnar í skúlabókunum eru beinleiðis skeivar og siga bara helvtina av sannleikanum.
Fleiri danskir politikarar hava eisini gjørt vart við, at tað er umráðandi at geva fólki eina rætta mynd av tí, sum hendi í Danmark undir hersetingini frá 1940 til 1945.