Almennur stórfundur verður í ítróttarhøllini í Runavík mánakvøldið 7. januar kl. 20.00 undir heitinum:
SKÁLAFJARÐARTUNNILIN ? FYRIMUNIR OG VANSAR Í februar mánaða 2006 var partafelagið Skálafjarðartunnilin stovnað. Farið varð undir at fyrireika eina umsøkn til Føroya Landsstýri, ið hevði til endamáls, at fáa loyvi at byggja, eiga og reka eitt fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.
18. januar 2007 læt felagið landsstýrinum umsøknina og 30. apríl samtykti løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá Vinnumálaráðnum, har landsstýrismaðurin heitti á løgtingið um at heita á seg um at kunna fara undir samráðingar við Pf. Skálafjarðartunnilin um verkætlanina.
Roknað hevur verið við, at gongd var í málinum, hóast málið hevur verið lítið og onki umrøtt í almenna rúminum síðani løgtingsviðgerðina. Beint fyri at tingið riggaði av, kom tó ein umbøn um eykajáttan, til keyp av samráðingarserfrøði, fyri at styrkja um almenna partin í málinum, men málið datt burtur saman við so mongum øðrum málum, táið løgmaður skrivaði út nýval 6. desember.
Táið hetta má metast at vera eitt tað fyrsta stórmálið, ið eitt komandi landsstýri skal avgreiða, hava Miðflokkurin í Eysturoy og Eysturoyar Tjóðveldisfelag hildið tað verið rættast, at almennur fundur verður hildin um málið, har umboð úr øllum flokkum luttaka. Ítróttarhøllin í Runavík verður karmur um fundin, sum annars verður skipaður soleiðis:
? Dávid Reinert Hansen, stjóri í Skálafjarðartunlinum, greiðir frá ætlanini í orðum og myndum og ger status í málinum.
? Gilli Trónd, býarfrøðingur og geografur heldur fyrilestur undir heitinum: Skálafjarðartunnilin ? samfelagsligir fyrimunir og vansar.
? Pallborðsorðaskifti við luttakarum úr flokkunum sum nú eru umboðaðir á tingi: Bjarni Djurholm (F), Heðin Mortensen (J), Kári P. Højgaard (Sj), Alfred Olsen (S), Bill Justinussen (M) og Tórbjørn Jacobsen (T).
? Spurnarpanel: Meinhard Jacobsen, stjóri og Regin Jacobsen, stjóri.
? Pallborðið tekur saman umaftur.
? Endað verður við, at tjóðsangurin verður sungin.
Fundarstjóri verður Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Tað eru Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Miðflokkurin í Eysturoy, sum skipa fyri fundinum sum er almennur.