Skúlaflokkur í Eysturíki

FerÐafrásøgn
Ása S Kristiansen
ak0409f4@skulin.fo

10. januar fóru 17 sera spentir næmingar úr 9. b í Stranda skúla, til Eysturíkis á námsferð. Tey høvdu savnað inn pening til hesa ferð í eina tíð, og nú var ferðin endiliga veruleiki

Ferðin: Vit næmingar og teir báðir lærararnir, ið vóru við, fóru til Danmarkar við flogfari, og síðan við bussi til Eysturríkis. Vit skuldu koyra í bussi í meira enn 20 tímar, men hetta var eingin trupulleiki. Vit høvdu guitara við, og lagið var sera gott. Vit steðgaðu eisini á nakrar ferðir.
Tá vit komu fram til býin, St. Johan, vóru øll móð eftir langa ferð. Seinnapartin var farið inn í býin, og høvi var at ganga í handilsgøtuni í nakrar tímar. Vit sóu eisini eina stóra katólska kirkju.

Á skíð
Mikudagin fóru vit út at standa á skíð. Hetta var allarhelst tað, vit gleddu okkum mest til við øllum túrinum. Nøkur úr flokkinum stóðu á skíðfjøl, men tey flestu tó á skíð. Vit høvdu skíðlærara tríggjar teir fyrstu tímarnar, og eftir hetta máttu vit standa á egnum beinum. Vit dugdu ikki so øgiliga væl beinanvegin, men komu skjótt á lagið. Tað var stuttligt at síggja, at fleiri barnagarðar komu niðan við børnum hvønn dag, og hesi dugdu nógv betri enn vit.
Umhvørvið rundanum, var sera hugnaligt, nógv trø og fjøll. Eisini vóru fleiri smáar matstovur á skíðøkinum, so um tú av einari ella aðrari orsøk ikki hevði hug at standa á skíð, vóru nógvir møguleikar kortini. Tú kundi fara í lyftir runt um á skíðøkinum og síggja tað vakra umhvørvið. Hendan møguleikan nýttu summi onkran dag.

Picnic
Hósdagin vóru vit nøkur, sum fóru til eina sokallaða »picnic«. Tað var eitt fitt petti at skíða oman, og tað var heldur verri at skíða, enn vit vóru von við, so fleiri góvu avboð á veg oman. Vit, sum komu vegin oman, høvdu ein ómetaliga stuttligan túr, hóast vit duttu nakrar ferðir. Vit grillaðu pylsur og spældu kavakríggj við ferðaleiðararnar. Eisini vóru nakrar kappingar. Tað kavaði heldur illa, men tað gjørdi einki.

Sleðutúrur
Hósdagurin var síðsti dagur, vit stóðu á skíð, men ferðin var ikki at enda komin enn. Um kvøldið vóru vit koyrd niðan eftir einum smølum vegi, ið var um 6 kilometrar langur.
Niðankomin fingu vit sleður og lyktir, tí tað var bølamyrkt. Vit sleðaðu tvey og tvey, og tað vóru eini hálvt hundrað fólk, ið óku oman eftir hesum langa vegi. Tað var sera stuttligt, serliga tí eingin dugdi at stýra sleðunum, so tað vóru onkrir minni samanstoytir. Tá vit vóru komin omanaftur á høvuðsvegin, vóru vit koyrd við taxa til eina hugnaliga matstovu at fáa kakao.

Heimferðin
Fríggjadagin skuldu vit longu avstað úr Eysturríki. Øll høvdu heldur enn fegin vilja verið longur, men hetta bar tíverri ikki til. Vit fóru aftur við bussi, og hesaferð gekk leiðin til Keypmannahavnar. Komin til Keypmanahavnar fóru vit á »Fisketorvet« í nakrar fáar tímar, og síðan at njóta náttarlívið í Keypmannahavn.
Tá vit komu á flogvøllin í Føroyum stóðu bæði foreldur og systkin og bíðaðu eftir okkum. Henda frálíka ferð var nú at enda komin, og øll ríkaði við góðum minnum.
Eg og floksfelagar mínir vilja við hesum nýta høvi at takka øllum, sum vóru við til at gera túrin møguligan, ein serlig tøkk fer til lærararnar, Tóru Joensen og Petur Jákupsson. Takk fyri.