Skúlasamstarv í 40 ár

Týsdagin 3. apríl eru 40 ár liðin, síðan Miðvágs Sandavágs Skúli á Giljanesi varð vígdur. Dagurin verður markeraður á skúlanum

 

Merkisdagur

Týsdagin verður Miðvágs Sandavágs Skúli 40 ár. Skúlin á Giljanesi varð vígdur annan páskadag 1961.

Upprunaliga byrjaði skúlasamstarvið millum hesar báðar kommunurnar longu í 1955, tá fyrsti fundurin um skúlasamstarv varð hildin. Síðan varð arbeitt miðvíst fram í móti at byggja eins stóran felagsskúla, sum lagdur varð á Giljanesi, miðskeiðis millum báðar bygdirnar. Skúlin varð vígdur annan páskadag - triðja apríl - 1961 av Jákupi Joensen, varabiskupi.

Sigurd Petersen, sum tá var fyrstilærari í Sandavági, gjørdist fyrsti skúlastjóri, og røkti hann hetta starv, til hann legði frá sær fyri aldur í 1992, tá Emmy Joensen tók við.


Plásstrot

Tað var í grundini plássrot sum gjørdi, at nýggi felagsskúlin varð bygdur. Í báðum bygdunum var gamal skúli, har næmingarnri vóru býttir upp í fimm flokkar. Og barnatalið vaks so mikið, at byggjast mátti út ella helst av nýggjum. Tí varð gingið saman um at gera ein felagsskúla.

Hetta samstarv var slóðbrótandi í føroyskari skúlasøgu, tí hetta var fyrsti felagsskúlin í landinum. Seinni eru komnir felagsskúlar á Sandi og Oyrarbakka, men Miðvágs Sandavágs Skúli er tann einasti, sum hevur næmingar frá fyrsta til tíggjunda flokk. Tað vóru tilsaman 10 lærarar við skúlan tá. Skúlastjórin og varaskúlastjórin íroknaðir.

Fyrsti preliminerflokkurin byrjaði í gamla bygdarskúlanum í 1959, og tók prógv á Giljanesi í 1962. Fyrstu árini komu eisini næmingar úr Sørvágs Skúla í triðja P. á Giljanesi og tóku prógv haðani. Seinni er tann skipanin so broytt um realskúla til framhaldsdeild við áttanda, níggjuna og tíggjunda flokki.

Men tað var so skjótt, at hesin nýggi skúlin var ov trongur, greiðir heimildarmaður okkara, Sigurd Petersen, frá. Og neyðugt varð aftur at flyta yngstu flokkarnar í gomlu bygdarskúlarnar, so pláss fekst fyri serstovum í nýggja skúlanum.

Fyri at økja um valmøguleikarnar í framhaldsdeildini varð ávíst samstarv uttan fyri kommunumørkini fingið í lag, soleiðis at næmingar í framhaldsdeildunum í Vestmannaa og Sørvági komu á Giljanes ein dag um vikuna at hava vallærugreinir saman við næmingum úr Miðvágs Sandavágs Skúla. Hendan skipanin stóð víð nøkur ár, men gjørdist ov tung og varð tí tikin av aftur.

Síðan svimjihøll varð bygd í Sørvági, hevur eisini verið samstarvað tann vegin, soleiðis at næmingar úr fjórða til sjeynda flokk í Miðvágs Sandavágs Skúla hava svomið í Sørvági.


Nýggjan skúla

Eitt tað fremsta ynskið hjá verandi skúlastjóranum, Emmy Joensen, er at fá nýggjan skúla til yngstu flokkarnar. Ella í øðrum lagi fáa bygt upp í verandi skúla á Giljanesi, soleiðis at teir yngstu næmingarnir kortini fáa verið fyri seg sjálvar.

Í dag er skúlagongdin á trimum støðum. Tilsamans eru 265 næmingar í Miðvágs Sandavágs Skúla. 56 teirra ganga í fyrsta og øðrum flokki í Gamla Skúla í Sandavági. Aðrir 56 ganga í triðja og fjórða flokki Bygdarskúlanum í Miðvági, sum bygdur varð í 1985. Meðan restin, eldru flokkarnir, ganga í skúlanum á Giljanesi. Tað starvast í dag 25 lærarar við Miðvágs Sandavágs Skúla.

Í 1983 varð bygt upp í skúlan á Giljanesi. Tá komu fleiri serstovur, stór forhøll, sum bindur báðar bygningarnar saman, og eisini ítróttarhøllin. Og hon hevur havt rættiliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá ungdóminum í oynni, eru bæði fyrrverandi og núverandi skúlastjórarnir samd um.

-Men tað er ikki nóg gott, sigur Emmy Joensen. Tað krevur nógva tíð og orku at flyta næmingarnar ímillum soleiðis, tí onkran dag eru eisini teir yngru næmingarnir á Giljanesi.

Hon kundið hugsað sær, at ein nýggjur barnaskúli varð bygdur á Giljanesi, har smærru børnini fingu verið í skúlagarði fyri seg, men kortini soleiðis, at høli og útgerð vóru løtt at komið at. Í øðrum lagi má byggjast upp í gamla skúlan, sigur skjúlastjórin.

Emmy Joensen, skúlastjóri, metir, at tað verður upp aftur meira neyðugt um stutta tí at fáa bygt skúlan út. Tí útlit eru fyri, at fólkatalið, og harvið eisini barnatali, í kommunum báðum fer at økjast, nú fasta sambandið undir Vestmannasundi verður veruleiki.

-Tað er rættiliga nógv, sum bendir tann vegin, sigur hon.

Sjálvur 40 ára dagurin verður hildin við einum tiltaki á skúlanum fyri næmingunum, sigur Emmy Joensen, skúlastjóri, sum leggur aftrat, at sjálvandi eru foreldur og onnur áhugað eisini vælkomin á skúlan hendan dagin.