MMR og Foreldrafelagið Heim og Skúli skipa í dag fyri ráðstevnu, sum er fyri allar limir í skúlastýrunum kring landið Í dag verður læraraskúlahøllini karmur um ráðstevnu, har fokus verður sett á leiklutin hjá skúlastýrunum, og hvussu tey kunnu verða við í menningartilgongdini í einstaka skúlanum og hjálpa til at skapa bestu umstøður fyri barnsins læring.
Mentamálaráðið og Foreldrafelagið Heim og skúli skipa fyri ráðstevnuni, sum er fyri allar limir í skúlastýrunum kring landið. Endamálið er at viðgera, hvussu til ber at tryggja skúlastýrunum góðar arbeiðsumstøður og neyðuga kunning um tær uppgávur, sum liggja fyri framman.
Áherðsla verður løgd á, at skúlastýrini eru møguleikin hjá foreldrunum at vera virkin í skúlans arbeiði, og at tað samstundis er neyðugt, at skúlastýrini fáa røttu amboðini at arbeiða við.
Fyrilesarar úr Noregi og Danmark eru bodnir við til ráðstevnuna at kunna um teirra arbeiði á hesum øki, hvussu skúlastýrisarbeiðið kann mennast, og hvussu stóran týdning hetta arbeiðið hevur fyri læringina hjá næmingunum.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setir ráðstevnuna og Felagið Heim og skúli greiðir frá málum og visjónum í teirra arbeiði, og ljós verður varpað á tær góðu royndirnar, sum hava verið í skúlastýrisarbeiðinum. Eisini verður kunnað um arbeiðsøki og regluverk, sum eru galdandi á hesum øki.
At enda er orðaskifti á skránni.
Lagt verður fyri klokkan 9, og tað verður hildið á inntil klokkan 4 seinnapartin.