Skúlatilboð til ung menningartarnað

TíÐindaskriv frá Mentamálaráðnum

Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum, fekk í gjár handað ávegis álit um skúlatilboð fyri ung menningartarnað. At tørvur er á einum serligum skúlatilboði til ung við breki kom serliga til sjóndar, tá ið Sernámsdepilin á vári 2002 boðaði frá, at nakrir eldri næmingar ikki longur kundu ganga í skúlanum av tí, at eingin heimild var fyri skúlagongdini. Ein fyribils loysn var funnin á hesum málinum, men landsstýriskvinnan ásannaði, at ein varandi loysn mátti finnast, bæði fyri hesar næmingarnar og fyri næmingar, sum kunnu koma í somu støðu, og tí var ein arbeiðsbólkur settur at koma við tilmæli í málinum.
Skúlatilboðið, ið skal síggjast úr einum víðari sjónarhorni enn tann vanligi bókligi skúlin, er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði, og hvørs endamál er at menna tey ungu til at virka sjálvstøðugt í arbeiðslívi og í vanliga gerandisdegnum. Høvuðsdenturin verður lagdur á ítriv, arbeiði og praktiska upplæring. Skúlatilboðið skal vara í 2 - 3 ár. Tá ið hetta tíðarskeiðið er liðugt, fara næmingarnir úr skipanini, og aðrir koma inn.
Samstundis sum næmingarnir eru í serliga skúlatilboðnum, verður eisini arbeitt við at fyri-reika bústaðir og arbeiðstilboð til teir, tá ið teir eru lidnir við skúlagongdina.
Talan er um eina 3 ára verkætlan, har Mentamálaráðið og Trivnaðarmálaráðið samstarva um at geva ungum menningartarnaðum eitt heildartilboð. Verkætlanin skal samstundis sýna, um hetta er ein gongd leið til tess at geva menningartarnaðum ein virðiligan ungdóm og eitt skúlatilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív, tá ið skúlagongdin er liðug.
Tey, ið mannaðu arbeiðsbólkin, vóru:
Poul Nolsøe, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, formaður
Janus Jensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum
Doris Hansen, talilærari umboðandi Sernámsdepilin
Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Trivnaðarmálaráðið

Álitið verður at síggja á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum: www.mmr.fo