Skúli síðani 1547

SØGA Jens Marius Hentze, lærari skrivar "Tórshavnar Skúlasøgu", sum nú kemur út í bók. Elsta skjalið hann hevur funnið er 453 ára gamalt

 

Birgir Kruse

Tórshavnar Býráð hevur tikið stig til at skúlasøga høvuðsstaðsins verður skrivað. Og nú er hon í nánd. Innan mánaðin er úti verður henda forvitnisliga bók við hópin av upplýsingum løgd fram fyri almenninginum. Rithøvudurin aftanfyri rúgvusmiklu skúlabókina, hon telur 530 síður, er Jens Marius Hentze. Í vævi er bókin heilar hundrað síður drúgvari enn ein líknandi skúlabók, nevniliga bókin, sum lýsti 100 ára søgu Føroya Lærarafelags. Árni Dahl ritstjórnaði hesi stásiligu bók, sum taldi 430 síður og kom í 1989, tá Lærarafelagið fylti hundrað. Um somu tíð kom bókin "Føroyskir fólkaskúlalærarar", sum ikki bert lýsir limir Føroya Lærarafelags, men eisini farnar lærarar í Føroyum, heilt aftur til 1870.

Nýggja bókin "Tórshavnar skúlasøga" lýsir við orðum, skjølum og myndum umstøðurnar innan skúlagátt í Havn frá byrjan í 1547. Greitt verður frá latínskúlanum, danska skúla, almúguskúlanum, arbeiðsskúlanum, realskúlanum og skúlagongdini í kommunalu og privatu skúlunum í 20. øld. Ein partur í bókini er um skúlarnar í Kaldbak og Hoyvík, á Hvítanesi og Argjum. Eisini verður skrivað um virksemið hjá kvøldskúlanum og musikkskúlanum, sum seinni komu til. Í bókini er eisini yvirlit yvir lærarar í barna- og realskúlanum, sum við gloppum røkkur aftur til umleið 1660.

Rithøvundurin Jens Marius Hentze er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla 1964. Fyrsta árið sum lærari var hann í Hvalba, men síðani 1965 hevur hann verið í Kommunuskúlanum í Havn. Í stuttum viðtali, nú bókin um Tórshavnar skúlasøgu á síðsta sinni er til rættlestur, sigur Jens Marius, at ætlanin er, at bókin kemur út innan november mánaði er úti.

Umframt skúlasøguna, hevur Tórshavnar Býráð eisini í umbúnað at skriva eina býarsøgu, so sum ein arbeiðsbólkur, settur av Býráðnum, skjeyt upp fyrr í ár.