Útbúgving
Dorit Hansen
dorithansen4@gmail.com
Meðan landið lá í stjórnarloysi orsakað av einari stongdari hurð, savnaðust fleiri enn 200 fólk í gjár á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har ljós varð varpað á tær stongdu dyr, sum børn við breki renna seg í, tá tey fara í skúla.
Hetta var tann fyrsta av trimum ráðstevnum, sum MBF skipar fyri í samband við at farandi landsstýrið ætlar at viðtaka ST sáttmálan um vernd og rættindi teirra brekaðu. Henda fyrsta ráðstevnan setti sjóneykuna á fólkaskúlan og útbúgvingarmøguleikarnar hjá fólki við breki at nema sær eina útbúgving.
Og niðurstøðan var, at langt er á mál og nógv kann gerast fyri at bøta um útbúgvingarmøguleikarnar hjá børnum og ungum við breki.
Øll samd um vánaligu støðuna
Ráðstevnan lýsti støðuna í føroyska fólkaskúlanum frá øllum sjónarhornum. Óli Wolles, formaður í Javna og pápi at dóttir við autismu, greiddi frá, hvussu stórur munur var á skúlamøguleikunum hjá soninum, sum ikki bar brek, og dóttrini við autismu. Niels Egelund, professari í sernámsfrøði lýsti avbjóðingarnar, sum skúlin fyri øll hevur, Hans Jón Thomsen, leiðari av NSR tænastuni í Eysturoy greiddi frá NSR tænastuni og hvat hann metti var neyðugt fyri at tryggja øllum nóg góða undirvísing, Karin Hammer, skúlastjóri í Kollfjarðar skúla setti orð á ørkymlandi støðuna hjá lærarum og skúlaleiðslum, tí tey stríðast við eina treka, illa mannaða og illa fíggjaða skipan, og Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur, greiddi frá ST sáttmálanum.
Hóast fyrilestrahaldararnir tí høvdu hvør sítt sjónarhorn, vóru tey øll samd um, at støðan hjá børnum við breki als ikki er nøktandi í dag.
- Tær vanligu royndirnar hjá foreldrum at børnum við breki eru, at tey fáa eingin tilboð og onga ráðgeving. Tey mugu sjálvi trilva seg fram, og nógv missa móti og flyta kommunu ella land, staðfesti Óli Wolles, formaður í Javna. Hann eftirlýsti eini skúlaskipan, sum veruliga tók støði í tørvinum hjá barninum heldur enn eina sum var mest ómakaleys hjá myndugleikunum.
Truplari næmingar, veikari lærarar
Hagtøl siga, at 650 milliónir fólk í heiminum bera brek. Tey avvarandi vera eisini rakt, og tí kann man siga, at á leið tvær milliónir ella ein triðingur av øllum heimsins borgarum eru raktir av breki.
Sambært Niels Egelund, professara, er talið av børnum við serligum tørvi økt tey seinastu árini, og størsti parturin av hesari øking er hend í bólkinum, børn við atferðar-, kontakt- ella trivnaðartrupulleikum. Í Danmark er hesin bólkur vaksin við 300 prosentum síðani 1985.
Samstundis er talið av lærarum við sernámsfrøði læðka, tí útbúgvingin í sernámi var tikin av skemanum í donsku læraraskúlunum í 1985. Hetta var ein katastrofa, staðfesti Niels Egelund.
- Tíbetur er útbúgvingin komin aftur, og í dag er í Danmark krav, at øll læraralesandi hava eitt sindur um sernámsfrøði, og so er eisini møguleiki at lesa tað sum linjugrein.
Støðan í Føroyum er minst líka ring sum í Danmark, tí her hevur heldur ikki borið til at lisið til serlærara í fleiri ár, og danski batin er ikki komin til Føroya. Her ber framvegis ikki til at lesa sernámsfrøði sum part av læraraútbúgvingini.
Tung og fátæk skipan
Karin Hammer, skúlastjóri í Kollafjarðar skúla legði í sínum fyrilestri dent á, at hon ikki fanst at fólkunum, sum arbeiddu í føroysku skúla- og sernámsskipanini. Øll royna at gera sítt besta, men skipanin er ikki nóg góð, staðfesti hon.
- Mannagongdirnar eru stirvnar og drúgvar. Vit kunnu bara søkja um stuðulstímar eina ferð um árið, hetta er í februar mánað. Tríggjar mánaðar seinni fáa vit at vita, at vit fáa nakrar fáar tímar, og so mugu vit sum frægast royna at býta hesar millum tey børn, sum hava serligan tørv, greiddi Karin Hammer frá.
Hon eftirlýsti ráðgeving í, hvussu fáu tímarnir skuldu býtast til allan tørvin skúlin hevði.
- Vit fáa tildømis tredivu tímar. Hvat skulu vit gera við dreingin, sum hevur tørv á fullum stuðli, hvussu við barninum við ADHD, og hvat við teimum sum hava lesitrupulleikar? Um Mentamálaráðið ikki metir, at hesi skulu hava serliga hjálp, so mugu tey leggja upp fyri tí í vanligu lærarajáttanini, staðfesti skúlastjórin.
- Sum er standa lærarar við einum óbehagiligum og órýmiligum kravi at velja millum serliga tørvin og fjøldina, segði hon.
ST krevur javnrættindi
ST sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu er samtyktur í Danmark og fleiri øðrum londum, og í Føroyum er hann umsettur og farin til hoyringar hjá avvarandi pørtum.
Sáttmálin staðfestir, at fólk við breki hava javnstøðisrættindi til útbúgving, og útgreinar, hvussu hetta skal tryggjast.
Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur, greiddi frá nýggja sáttmálanum og vísti á, at talan er um ein javnstøðuspurning.
Frammanundan ár teirra brekaðu í 1981 tosaði man um serrættindi og serskúlar, men síðani tá er ein hugburðsbroyting farin fram. Og nýggi ST sáttmálin staðfestir, at øll børn hava somu rættindi til útbúgving. Forðingin er ikki brekið hjá tí einstaka barninum, men umstøðurnar í skúlunum.
Men hóast ST sáttmálin staðfestir, at útbúgving er ein rættur fyri øll, eisini tey, sum bera brek, so skulu hesi rættindi í síðsta enda tryggjast við heimligari lóggávu.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum setti ráðstevnuna, staðfesti, at eisini eftir, at sáttmálin er staðfestur, verður brúk fyri feløgum sum MBF at leggja trýst á politikarar.
Lærarar eftirlýsa námsfrøði
Bæði formaðurin í Lærarafelagnum og rektarin á Føroya Læraraskúla eru samdir við niðurstøðuni á ráðstevnuni, at lærarar ikki verða nóg væl skúlaðir til at taka sær av børnum við serligum tørvum
Útbúgving
Dorit Hansen
Á ráðstevnuni hjá Meginfelag teirra Brekaðu varð nógv tosað um førleikarnar og møguleikarnar hjá lærarum at taka sær av næmingum við serligum tørvi. Fleiri eftirlýstu serlæraraútbúgvini og betri førleikar inn sernám til allar lærarar.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, er samdur við atfinningunum.
- Sernámsfrøði og inkluderandi námsfrøði er eitt forsømt øki. Eg fekk mína útbúgving í 1998, og tá lærdu vit einki um sernámsfrøði, og tíverri er støðan ikki nógv broytt í dag, sigur Magnus Tausen í viðmerking við Sosialin.
Hann vísir á, at av tí at lærarar ikki vóru førir fyri at lofta vaksandi talinum av næmingum við serligum tørvi, so enda fleiri óneyðugt í serundirvísing og serflokkum.
- Tað er tvingandi neyðugt, at vit eftirútbúgva lærarar í námsfrøði. Seinastu árini hava vit hugsa mest um fakliga eftirútbúgving, men vit hava brúk fyri at varpa meira ljós á námsfrøðina, staðfestir formaðurin í Lærarafelagnum.
Rektarin á Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen, er samdur.
- Fólkaskúlalógin, sum kom í gildi í 1998, staðfestir at føroyski fólkaskúlin er fyri øll, men tað er í roynd og veru ongantíð lagt upp fyri hesum í læraraútbúgvingini, sigur Jóannnes Hansen.
Arbeiðsbólkur arbeiðir í løtuni við at orða eina nýggja læraraútbúgving, og rektarin sigur, at sernámsfrøði verður ein partur av hesari útbúgving, men hann kann ikki koma nærri inn á, hvussu hetta verður skipað.
Inkluderandi skúlin
Óli Wolles, formaður í Javna, lýsti munin millum integrerandi skúlan og inkluderandi skúlan soleiðis: Við integrering hoyrir barnið til ein serflokk í einum vanligum skúla og sleppur at luttaka í einum vanligum klassa við hvørt, tá tað passar í ætlanirnar hjá tí vanliga klassanum. Við inkludering hoyrir barnið til ein vanligan flokk, men kann fara avsíðis viðhvørt, tá barnið hevur tørv á tí.
ST sáttmálin staðfestir, at øll børn, eisini tey sum bera brek, hava rætt til eina breiða (inkluderandi), dygdargóða og ókeypis útbúgving.
Miðnám og víðari útbúgving
ST sáttmálin staðfestir eisini, at fólk við breki hava somu rættindi sum onnur til víðari útbúgving. Í Føroyum eru ikki nógvir møguleikar fyri tey, sum ikki eru før fyri at taka eina vanliga miðnámsútbúgving. Rásin í Runavík er eitt skúlatilboð til ung, men tað er líka nógv eitt heim og plássið er sera avmarkað.
Ísland varð á ráðstevnuni fleiri ferðir tikið sum dømi, tí í Íslandi hava ung við menningartarnið møguleika at taka eina miðnámsútbúgving, sum gevur teimum atgongd til íslendska universitetið, har tey hava upprættað eina pedagogútbúgving fyri fólk við breki.
Lærara-hjálparar í fólkaskúlan
Niels Egelund greiddi frá, at í Danmark eru skúlar byrjaðir at seta sokallaðir mentorar í starv, sum skulu hjálpa og stuðla næmingum, sum hava trupult við at fáa skúladagin at hanga saman. Hetta loysti seg fyri skúlarnar, tí teir fáa fígging eftir, hvussu nógvir næmingar fáa prógv.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at hetta ljóðar sum ein spennandi loysn.
- Vit mangla hendur til praktiska arbeiði, og um vit kundu fáa ung fólk inn sum hjálparar høvdu vit kanska eisini sæð ein øktan áhuga fyri læraraútbúgvingini, sigur hann. Men kravið er, at hetta verður eykahjálp, sum verður løgd afturat tí vanligu læraranormeringini.