Skúlin hevur verið forsømdur

- Hetta hevur verið eitt ótrúliga mennandi tíðarskeið fyri meg bæði sálarliga og sosialt, har mørk eru flutt í mínum lívið, segði ein bæði glaður og syrgin Jóannes Lamhauge, sum hevur havt høvuðsleiklutin sum Jósef. Hann ásannar tó, at nógva orkan hevur gingið út yvir skúlagongdina

Jóannes Lamhauge hevur seinastu tvær vikurnar bergtikið føroyingar við høvuðsleiklutinum sum Jósef, og tá vit fingu orðið á hann eftir seinastu sýning hóskvøldið, vóru kenslur hansara blandaðar.
- Tað er gott, at alt er liðugt, og at man nú kann koma víðari, men samstundis ræður í hesi løtu ein sorgblíður stemningur, sigur Jóannes Lamhauge, beint sum hann er komin av pallinum fyri seinastu ferð og verður hálsfevndur frá høgru og vinstru.

Sosial og sálarlig menning
Jóannes Lamhauge sigur, at skúlin meiri ella minni hevur verið við sviðusoð hesa tíðina, Jósef og dreymakotið hava kravt hansara tíð, men harafturímóti hevur hann fingið so nógv annað týdningarmikið.
- Eg havi ígjøgnum verkætlanina verið fyri eini sosialari og sálarligari menning, so tað gerst ikki við, at tað hevur gingið út yvir skúlan, tá eg eri vorðin eitt so nógv ríkari menniskja, sigur Jóannes Lamhauge.
Jósef, sum vit betri kenna hann, hevði als ikki væntað, at hann skuldi fáa leiklutin, og hevur hann als ikki royndirnar til slík stór tiltøk.
- Vit hava sungið á onkrari café og okkurt líknandi, men eg havi ongantíð áður roynt nakað so stórt, heldur høvuðsleikarin at enda. Nú skal hann so aftur liva ein gerandisdag sum Jóannes Lamhauge og ikki sum Jósef, hóast teir báðir nú møguliga hava okkurt til felags.