Klaksvík:
Hetta brátt farna skúlaárið hava fýra breytir koyrt, sum ein partur av tíggjunda flokki í skúlanum við Ósánna. Ein Samfelags- og Húsarhaldsbreyt, ein Ítróttarbreyt, ein Handverk og List breyt og ein KT breyt.
Tey hava arbeitt við ymiskum gjøgnum árið. Til sjálva endaløtuna hevði Handverk og List breytin dekkað eitt borð. Tey høvdu gjørt alt sjálvi, dúkar, borðprýði og alt, sum har til hoyrir.
- Tað sá virkuliga gott út hjá teimum. Eitt sindur rokaligt, men ordiliga ungdómsligt, sigur Tina Purkhús, ein av breytalærarunum. Hon leggur dent á, at tað skuldi verða nakað, sum tey sjálvi høvdu gjørt, og tað besta við tí var, at tað sást aftur í stílinum.
Samfelags- og Húsarhaldsbreytin gjørdu so matin til løtuna. Og tað var ikki eiti á. Tey gjørdu mat úr einum seyði, sum tey sjálvi vóru við til at fletta í heyst.
Kristina Lutzen, lærari í Húsarhaldsbreytini, greiðir frá, at tey gjørdu blóðpylsu og rullupylsu og tílíkt beinanvegin tá, men so ístaðin fyri at heingja kjøtið upp, so frystu tey tað. Og nú varð tað so uppaftur tikið. Og tey fingu væl burturúr. Við góðari hjálp frá einum av teirra lærarum, sum eisini er útbúgvin slaktari, høvdu tey útbeinað eitt tjógv og ein bógv, og skóru páleggið niður á føt. So høvdu tey eisini kjøtfars við hvítleyki og reyðum piparfruktum, sum var koyrt í páleggið. Tá hevði onkur skemtandi tikið til, hvar hesin seyður mundi havt gingið, síðani tað vóru reyðar piparfruktir í. Eisini høvdu tey bakað pitabreyð, bollar og annað gott.
Men ikki kundi tey bara eta og eta, tey máttu eisini røra seg eitt sindur, og tað tók Ítróttarbreytin sær av. Tey høvdu millum annað ein sang, sum tey kallaðu "motiónssangurin".
KT breytin hevði í gjøgnum alt árið millum annað arbeitt nógv við myndum. Tey høvdu tikið myndir av øllum breytararbeiðinum í gjøgnum skúlaárið. So høvdu tey lært seg at nýta eitt forrit á telduni, har tey kundu broyta myndirnar og útsjóndina á teimum, sum vóru á myndunum.
- Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk vóru broytt. Summi kendu vit als ikki aftur, greiðir Tina frá.
So KT breytin hevði eina lítla myndaframsýning fyri floksfeløgum og lærarunum.
Tíggjunda flokkarnir hava seinasta skúladag í dag, og so verður farið í holt við próvtøkurnar. Prógvini verða handað hóskvøldið 27.06.02.
Arbeiðið gingið væl
Tina Purkhús sigur, at øll, sum hava verið við í breytararbeiðinum ? tað veri seg bæði lærarar og næmingar - lata væl at, so tað verður heilt avgjørt á skránni komandi skúlaár. Hetta var fyrstu ferð, at tílíkt breytararbeiði er roynt á skúlanum við Ósánna, so tað sigur næstan seg sjálvt, at onkrar smáar broytingar verða til komandi ár.
- Men leisturin verður so í øllum førum tann sami, sigur Tina Purkhús at enda.