Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera sparkivøllin í Skálavík lidnan. Men nú er tað arbeiðið so at enda komið. Í dag kl. 18 verður hesin UEFA-sparkivøllurin avhendaður til bygdarfólkið.
Tað verður Karl Vidtveldt sum umboðandi føroyska Fótbóltssambandið fer at standa fyri hesum.
Hetta hendir samstundis sum Skálavík er vertur fyri Sandoyarstevnuna 2007.