Skótahjálpin takkar hjartaliga fyri dygga stuðulin

Tíðindaskriv

Skótahjálpin læt kr. 40.000,- til hvørja verkætlanina, har onnur fór til ljóðbókaarbeiðið, sum ljóðbókanevndin í Føroyum skipar fyri.
Tað er ein mannarættur at sleppa fram at bókmentum. Tað er hesum mannarætti, sum Skótahjálpin við tygara hjálp hevur stuðlað.
Endamálið hjá ljóðbókanevndini er at røkka so nógvum sjónar- og lesitarnaðum her á landi, sum til ber. Tørvurin er alstórur; talan er um øll í aldrinum frá 1 til 100 ár. Tær 40.000,- krónurnar røkka ikki so langt, men eru tó ein bati, sum vit fegnast um.
Onnur verkætlan hjá Skótahjálpini 2001 var í Afrika. 40.000,- kr. vóru latnar til eitt gentuheim, sum Frelsunarherurin í Noregi stuðlar. Genturnar, sum annar verða illa viðfarnar í støðuni, hava eisini peningaliga hjálp fyri neyðini. Tær eru sera takksamar fyri hjálpina úr Føroyum.
Ein slakur triðingur av Skótahjálpini fór í ein grunn, sum er tøkur til brádliga íkomnar vanlukkur, har børn verða rakt av vanlukkuni.
Skótahjálpin 2002
Skótahjálpin bankar aftur á dyrnar.
Neyðin er stór um allan heimin, og Skótahjálpin fer aftur í ár til verka í góðum treysti.
Skótahjálpin kann einans verða sum ein dropi í havinum, men tað ber ikki til bara at setast hendur í favn og spyrja: »Hvat nyttar tað sindri, sum Skótahjálpin er før fyri, tá ið hugsað verður um alla neyðina, sum leikar á um allan heim«.
Hóast henda kunnleika um ta neyð, ið leikar um allan heim, fer Skótahjálpin til verka í tí treysti, at øll hjálp er til bata.
Skótahjálpin veit eisini, at um tygum ikki taka undir við teimum tiltøkum, ið vit kunnu hjálpa tygum við, so verður eingin Skótahjálp. Tí takka vit tygum, sum taka ímóti okkara tilboði um at hjálpa tygum við einumhvørjum, hjartaliga fyri vælvildina.
Um eitthvørt er áfatt hjá tygum, so eru skótarnir fúsir at hjálpa tygum við tí. Tað ræður um, at skótin sleppur at gera eitthvørt, sum viðkomandi fær eina samsýning fyri.
Endamálið er, at frísk børn hjálpa sjúkum børnum. Tað eru frísk og ferðug børn, ið vilja stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum annars illa støddum børnum ungum bæði her á landi og úti í heimi.
Skótahjálpin vil fegin verða tann bøtandi hondin.
Hetta er 19. ferðin, at tær fýra skótasamskipanirnar: FH-skótarnir, Føroya Skótasamband, KFUK- og KFUM-skótarnir, sum aftur í ár skipa skótahjálpina.
Skótahjálpin í ár 2002 er ætlað at fara til tvær verkætlanir, eina heima á landi og eina úti í heimi. Harumframt fer í mesta lagi ein triðingur í grunn, sum Skótahjálpin umsitur.
Verkætlanin heima á landi er ætlað sum stuðul til at útvega Leika- og Hugskotssavninum, ið er tengt at Sernámsdeplinum, miðlar, so at avvarðandi at brekaðum børnum og onnur viðkomandi kunnu fáa at komu at ymiskum miðlum, sum kunnu menna tað brekaða barnið í gerandisdegnum.
Leika- og Hugskotssavnið er eitt neyðugt vitanarsavn, ætlað brekaðum børnum og viðkomandi, sum eru um tey brekaðu børnini, so at tey kunnu kenna ein lætta í gerandisdegnum.
Skótahjálpin hevur samtykt at veita Leika- og Hugskotssavninum fíggjarligan stuðul til tess at útvega savninum viðkomandi miðlar.
Útlendska verkætlanin er ætlað at stuðla Gøtubørnum í Kiev. Tað eru tíverri nógv børn, sum mugu liva á gøtuni bæði nátt og dag. Foreldrini hava slept ábyrgdini. Summi teirra sleppa møguliga at sova heima, men um dagin mugu tey liva á gøtuni og sjálvi finna sær eitthvørt til matna.
Jórun Fonsdal, sum býr í Kiev og gift manni haðani, virkar millum gøtubørnini í Kiev, Jórun og maðurin royna eftir førimuni at hjálpa hesum børnum, ið vanliga eru 9-15 ára gomul.
Arbeiðið millum gøtubørnini krevur nógv av teimum báðum. Tey hava útvega børnunum eitt dagskýli, har tey kunnu verða tríggjar dagar um vikuna.
Skótahjálpin hevur samtykt at veita teimum báðum fíggjarligan stuðul, so at tey kunnu keypa undirvísingarmiðlar til dagskýlið.