Skúvoyar kommuna kann bara leggja saman við kommununum í Sandoynni. At leggja saman við Tórshavnar kommunu er beinleiðis ólógligt.
Tað er beinleiðis í stríð við lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging, um Skúvoyar kommuna leggur saman við Tórshavnar kommunu. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Hon vísir á, at í seinastuni hevur spurningurin um kommunusamanleggingar fleiri ferð verið frammi. Og seinast hevur Skúvoyar kommuna sent Tórshavnar kommunu skriv við ynski um samanlegging.
Lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging ásetir, at slíkar bara kunnu verða framdar innan hesar eindir:
1) Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur.
2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Funnings kommunur.
3) Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur.
4) Streymoy, t.e. Tórshavnar kommuna.
5) Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur
- Ásetingin avmarkar sostat møguleikarnar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum, samanleggingar tvørtur um hesi mørk kunnu ikki fremjast uttan lógarbroyting, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan skilir útmeldingarnar frá kommununum í seinastuni, sum eina staðiliga áheitan um, at nakað skal henda á hesum øki.
Hon vísir á, at samgongan arbeiðir hart fyri at fáa eina semju um ein kommunureform, og væntandi kemur ein útmelding hesum viðvíkjandi í næstum.