Skúvoyar Kommuna skal leggjast saman við Havnini.
Tað er úrslitið av fólkaakvøðu í Skúvoy í gjár um kommunusamanlegging.
Samtundis sum løgtingsvalið var í gjár, fingu skúvoyingar eisini høvi til at siga sína hugsan um viðurskiftini hjá kommununi.
Í hesum sambandi fekk bygdarfólkið tríggjar møguleikar at velja ímillum.
Tey vórðu spurd um tey hildu, at Skúvoy skuldi framhaldandi vera ein kommuna. Men so vórðu teir eisini spurd sum Skúvoy skuldi leggja saman við Sandoy ella við Tórshavnar Kommunu.
Á løgtingsvalinum vóru 32 skúvoyingar á vali og tað er ein valluttøka upp á 84,6% og 30 av teimum brúktu eisini høvi til at siga sína hugsan um kommunusamanlegging. Og úrslitið er, at meiriluti er fyri at leggja saman við høvuðsstaðnum.
Av teimum 30, sum greiddu atkvøðu, vildu 16 sleppa upp í Tórshavnar Kommunu, 11 hildu, at frægasa loysnin er at leggja saman við Sandoy og einans tríggir skúvoyingar halda, at oyggin skal verða verandi ein kommuna fyri seg sjálva.