Skaðiligt at verja skattaskipanina hjá sjómonnum!

Skaðiligt at verja skattaskipanina hjá sjómonnum!

Óli Jacobsen

Til ta skriving, sum Dan R. Petersen hevur havt í bløðunum í seinastu dagarnar, skal bert gerast hesar viðmerkingar:

Fyri tað fyrsta havi eg kunnað skjalprógvað, at tað, sum Dan skrivaði um okkara leiklut við kryvjimaskinum, er beinleiðis ósatt. Serliga groft er tað, tá sagt verður, at fiskimenn undir trýsti frá reiðara ikki hava fingið hjálp frá mær. Hesin stílur heldur fram í seinni greinum á ein sera niðrandi hátt.

Annars hetta:

Viðvíkjandi tøku av ísi v.m.
Tá talan er um at taka ís og arbeiði millum túrar, eru greiðar reglur, sum eru grundaðar á, at FF ikki hevur møguleika fyri av sínum eintingum at vita, hvat fólk arbeiða millum túrar. Her hevur stýrimaðurin ábyrgdina av, at slíkt arbeiði verður uppgivið til reiðaríið. Um hetta ikki gevur úrslit, eigur uppgerðin at verða send til FF, sum so tekur evt. rættarlig stig at fáa peningin.

Tað er rætt, at Dan ofta hevur tosað um ístøku við okkum. Til seinastu samráðingar fyrst í 2005 varð hesin spurningur tikin upp við Reiðarafelagið, og var hann grundaður á, at menn eins væl vildu sleppa undan at verða órógvaðir av slíkum arbeiði millum túrar.

Í sáttmálanum stendur annars, at fiskimenn skulu bert gera skip út til nýggjan túr, um fólkatrot er á landi. Vísandi til hesa reglu varð gjørt eitt protokollat í 2005, sum segði, at "tá skip er í havn skal manningini órógvast minst møguligt, tó soleiðis at neyðugt arbeiði verður gjørt".

Hetta protokollat, sum Dan saktans kann kanna sær, skuldi loyst møgulig ivamál á hesum økinum, og síðan havi eingin vent sær til mín um ístøku.

TV 2 málið: Stórsigur hjá fiskimonnum, men skaðiligt sambært Dan
Dan Petersen førir fram, at skrivingin hjá FF-blaðnum um "almennu Føroyar" er beinleiðis skaðilig fyri sjómenn.

Eitt dømi um hetta, sum hann nevndi í loftmiðlunum tann 13. november, er TV2 málið.

Hetta mál er bert eitt dømi av mongum um ta viðferð, sum fiskimenn fáa frá almennu Føroyum. Her var skipað fyri eini óhoyrdari herferð móti føroyskum fiskimonnum í donskum fjølmiðlum, fyrst í Berlingske Tidende og síðan í TV2.

Boðskapurin var, at takkað veri donskum blokkstuðli válkaðu føroyskir fiskimenn sær í einum skattafrælsi, sum danskir fiskimenn ikki høvdu.

Endamálið var greitt at fáa danskar politikkarar at leggja seg út í skattaskipanina hjá fiskimonnum, so føroyskir myndugleikar skuldu fáa eina undanførslu at leggja eftir fiskimonnum á hesum øki.

Hetta virkaði beinanvegin. Kristian Thulesen Dahl, oddamaður í Dansk Folkeparti, formaður í fólkatingsins fíggjarnevnd og sambært nýggjari uppgerð tann 5. maktfullasti maður í Danmark, kom beinanvegin við hóttan um at nýta blokkin sum jarnbrot fyri at steðga hesum eftir hansara tykki "óskili".

Vit kundu prógva, at tíðindini vóru skeiv. Men at fáa skeiv tíðindi rættað í einum so mektigum miðli, er ikki bert sum at siga tað, sum tað er greitt frá í seinasta FF-blaði. Men tað lukkaðist eftir eini greiðari dokumentatión fyri, hvussu langt úti hesi tíðindini vóru, at fáa TV2 at taka tíðindini aftur, og síðan at fáa Thulesen Dahl at bakka. Hann ásannaði, at hann varð blivin villleiddur, og hann var so frægur maður at rætta seg eftir tí, og hann ynksti mær tillukku við sigrinum, tá vit seinni hittust í Havn.

Tískil varð henda hóttan móti føroyskum fiskimonnum avmonterað. Hetta skuldi eg heldur fingið tøkk fyri enn hesa tileinkisgering av mínum innsatsi at verja áhugamálini hjá fiski- og sjómonnum.

Aftaná hetta hevur ikki kvett í DF um at leggja seg útí føroysk viðurskifti. Hetta er eitt prógv fyri styrkina hjá FF við verandi leiðslu. Tað sama var í 1994, tá vit fingu Poul Nyrup Rasmussen at bakka frá kravinum um at oyðileggja inntøkutrygdina hjá fiskimonnum.

Men nú stinga somu kreftir seg upp aftur í Føroyum, sum vilja beina bæði fyri inntøkutrygd og skattaskipan við somu ósakligu grundgevingum, og nú hava vit aftur verið noyddir at fara á barrikadurnar m.a. við at vísa grundgevingunum aftur.

Júst hetta mál er ein sera góð lýsing av hugburðinum hjá "almennu Føroyum" móti fiskimonnum, og sum fiskimenn eisini kenna, og sum vit eisini kenna í FF.

Kann tað skaða fiskimenn at verja teirra áhugamál?
Nú metir Dan Petersen tað at vera til skaða fyri fiskimenn, at vit verja teirra áhugamál í einum so avgerandi spurningini sum hesum. Hetta eiga fiskimenn at leggja sær í geyma.

Um nakar skal vera í iva, so var eg sjálvur við til at gjøgnumføra skattaskipanina í 1997 sum samgongutinglimur.