Skaðar gera um seg í KÍ

Europa League: KÍ skal í kvøld royna at vinna seg í Europa League bólkaspælið, men tað verður helst uttan fleiri lyklaspælarar

Í kvøld klokkan 19.45 verður stór 119 ára føðingardagsveitsla á Tórsvølli. Tað er KÍ, sum bjóðar ókeypis atgongd til fyrra “Play-off” dystin í Europa League móti moldoviska stórfelagnum, Sheriff Tiraspol.

 

Ævintýrið hjá KÍ er als ikki av. Tú kundi enntá sagt, at tað er júst byrjað, men ein avleiðing av nógvu dystunum í høgari leikferð er, at spælarar blíva skaddir. Tað er líkt til, at skaðar koma at seta eitt sindur av dámi á dystin í kvøld.

 

Hallur Hansson kom aftur á vøllin eftir langan skaðasteðg, tá KÍ vann 3-0 í Ungarn móti Ferencvaros. Síðani hevur hann spælt partvís í trimum av evropisku dystunum, men nú hevur hann fingið eitt afturfall. Tað er óvist, um hann verður tøkur til dystin í kvøld.

 

Eisini Páll A. Klettksarð hevur verið skaddur, men hann kom aftur á vøllin móti Víkingi í Sarpugerði í landskappingini. Eisini her er talan um afturfall og fóturin, sum toppskjúttin meiðslaði í dysti móti AB fyrr í ár, er aftur farin at siga frá. Tí væntast hann ikki aftur í nøkrum størri leikluti komandi vikurnar.

 

René Shaki Joensen fór út í 1-1 javnleikinum móti 07 Vestur í landskappini um vikuskiftið. Tað er ivasamt, um hann spælir í kvøld. Ein, sum ikki væntast at spæla, er Claes Kronberg. Hann hevur pínu í hælsinuni. Hartil eru Mads B. Mikkelsen og Jonn Johannesen ivasamir sambært Norðlýsinum. Teir hava báðir stríðst við skaðar í ár.

 

Hetta kann merkja, at KÍ kemur at gera nakar broytingar í liðnum, men væntandi verður spælskipanin tann saman, sum hinar dystirnar í Evropa. Ein 5-4-1 við Odmari Færø, Heina Vatnsdal og Vegardi Forren í miðverjuni, og Jóannesi K. Danielsen í høgru.

 

Spurningurin er so um Patrick Da Silva verður á vinstra vongbakkinum, ella verður fluttur fram á vinstra miðvøllin, har hann millum annað hevur spælt onkrar løtur í seinastuni. Latif Ahmed hevur spælt á vinstra bakki í seinastuni.

 

Ein annar møguleiki er, at Luc Kassi verður fluttur frá álopinum og aftur á miðjuna, men Sivert Gussiås fær kjansin sum fremsti maður. Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen verða helst mitt á miðjuni, meðan Árni Frederiksberg verður í høgru.

 

Dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol verður í kvøld klokkan 19.45.