Skakkur og takksamur

Tað fløvar at vita, at eisini fólk, sum arbeiða við tingum, sum ikki eru so glæsilig, eisini verða tikin við í umhugsanini, tá slíkur heiður verður sýndur, sigur Annfinnur - Eg gjørdist eitt sindur skakkur, tá eg hoyrdi tað. Hetta hevði eg ikki væntað, men eg eri samstundis eisini ógvuliga takksmaur at fáa hendan heiður sýndan, sigur Anfinnur í Skála.

Hann fegnast um, at fólk virðismeta arbeiðið við føroyskt-útlendsku orðabókunum, serliga tí tað í dag er so ógvuliga nógv fólk at velja ímillum.

- Tá eg var ungur og læs niðri í Danmark, kom tað ikki fyri, at tú sá føroying nevndan í donsku bløðunum. Í dag er tað so javnan, at tú lesur um tildømis Guðrun og Guðrun, Teit, Eivør ella Pál Joensen, sum telist millum tríggjar teir bestu svimjararnar í Europa, sigur Annfinnur í Skála.

Við hesum undirstrikar hann kappingina, hann hevur verið í, tá hann og Jonhard Mikkelsen eru valdir til ársins mannligu føroyingar fram um til dømis tey nevndu.

- Okkara arbeiði hevur ongantíð stílað ímóti viðurkenning, men hevur einans verið gjørt fyri at dugna føroyska málinum. Hetta er samstundis ein roynd at fáa fólk at hugsa føroyskt, tí tað merkist ofta, at umsett verður ú enskum til danskt og síðani til føroyskt, sigur Annfinnur í Skála.

Seinasta megnarverkið hjá honum og Jonhardi Mikkelsen, Enskt-føroyska og Føroyskt-enska orðabøkurnar, munnu helst hava verið tungan á vágskálini, tá hesir báðir vórðu kosnir ársins mannligu føroyingar. Men tað er ikki sjálvsøkni, sum hevur drivið verkið.

- Eg vóni bara, at hesi verk kunnu gerast ein kíli í føroyska málgarðinum, sigur Annfinnur í Skála.