Musikklærarafelag Føroya
Háttvirdu landsstýrismenn!
Sum kunnugt eru flest allir lærarar í Musikkskúlaskipanini vanir at ferðast kring landið í undirvísingarørindum. Fyri hetta hava lærarar sambært reglum í mong ár fingið endurgjald á 15 kr/t. Hetta hevur kostað umleið kr. 200.000,- árliga av samlaðu játtanini til Musikkskúlaskipanina.
Tann 1. august 2005 varð henda skipan brádliga avtikin uttan nakra fráboðan.
Musikklærarafelag Føroya hevur síðan verið í støðugum samskifti við bæði Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið, har vit hava gjørt vart við tær sera óhepnu avleiðingarnar av hesi avgerð. Men hóast nógvar áheitanir og nógvar fundir er skipanin framvegis avtikin og eingin onnur komin í staðin.
Hjá okkum musikklærarum er hetta eitt álvarsligt mál. Tað er ikki óvanligt, at ein musikklærari nýtir 10 tímar ella meir um vikuna til ferðing. Fyri ta tíð, ið lærarar nýta til alla hesa ferðing verður als einki endurgjald latið longur har landfast er. Tímaniðurskurður verður ei heldur latin, uttan so at heilt serligar treytir eru uppfyltar. Øll henda ferðing millum bygdir og oyggjar fer sostatt burturav frítíðini hjá teimum lærarum, ið starvast á fleiri støðum.
Avleiðingarnar av hesi skipan eru nú um at gerast sjónskar. Lærarar vilja sleppa undan at ferðast, og hvørja ferð høvi býðst fáa lærarar fulltíðarstørv á einum og sama stað. Hetta ber sum kunngt bert til á stórplássum. Sambært upplýsingum frá Musikkskúlaskipanini starvast eftir hondini trettan (13) musikklærarar burturav í Tórshavn. Ein fleirfalding eftir fáum árum.
Musikklærarafelag Føroya harmast almikið um hesa gongdina og heitir á politiska myndugleikan um at virka fyri eini loysn, soleiðis at vit í felag tryggja børnum og ungum um alt landið fjølbroytta og dygdargóða tónleikafrálæru.