Skal arbeiða óekypis í 40 tímar fyri at senda hóttandi sms-boð

Føroya Rættur dømdi í gjár ein mann at gera samfelags tænastu í 40 tímar fyri at hava hótt ein annan mann við lívinum í einum sms boðum. Maðurin var rættiliga fortørnaður um, at fyrrverandi unnusta hansara aftaná var farin at halda saman við einum vinmanni hansara, tí ?sovorðið gera vinmenn bara ikki ímóti hvørjum øðrum?.

Tað elvdi til nakrar telefonsamrøður, har hann hótti nýggja sjeikin við lívinum. Men fyrrverandi unnustan og sjeikurin tóku sær tað ikki so nær og hann hevði eisini ringt aftur og biðið um umbering.

Tey vóru ikki bangin, tí tey væntaðu ikki, at hann fór at gera nakað, men tey viðgingu kortini, at tey vóru eitt sindur ótrygg.

Men hamarin fall, tá ið hann sendi eini sms boð, har hann aftur hótti nýggja sjeikin hjá fyrrverandi unnustuni við lívinum.

Hetta var um sama mundi, hann varð innlagdur á sálarsjúkrahúsi. Men tá ið løgreglan ein dagin ringdi og bað tey ansa eftir, tí maðurin var rýmdur av sjúkrahúsinum, blivu tey bangin, tí tey vistu, at akkurát hesa tíðina var maðurin í eini rættiliga strongdari støðu við rúsdrekkamisnýtslu og avvenjing.

Men nú var hann turrlagdur og hevði arbeiðið, so hann hevði tað nógv betri.

Dómarin helt, at sms boðini vóru nóg mikið til at elva til ótta og tí varð maðurin dømdur fongsul í 30 dagar.

Men havandi umstøðurnar í huga, var dómurin gjørdur teytaður við eini royndartíð í tvey ár.

Men hann slapp ikki so, tí hann var eisini dømdur 40 tíma samfelagstænastu. Tað merkir, at hann skal arbeiða okkurt samfelagsgagnligt í 40 tímar fyri onga løn.

Hetta kann vera arbeiðið av ymsum slagi. Dømi um arbeiði, sum lógarbrótarar fáa boð um at gera í hesum sambandi, er at vaska eina kirkju.