-Tað er ikki tí, at norðoyatunnilin opnar, at eg eri til frisør. Eg skal í brúdleyp skjótt, og tá skal hárið vera snøgt, sigur hon.
Anita Jacobsen væntar, at tað koma nógv fólk til Klaksvíkar leygardagin.
-Fólkini fara at streyma norður, tí at tað verður jú ókeypis at koyra ígjøgnum tað fyrstu vikuna, sigur Anita Jacobsen.