Skal eygleiða trygdina í kvøld

Trygdarstjórin hjá Brøndby IF skal eygleiða trygdina á Tórsvølli í kvøld

Tá Føroyar í kvøld møta Kasakstan á Tórsvølli, fer trygdarstjórin hjá Brøndby IF at halda eyga við trygdarviðurskitini.

 

Talan er um Jacob Mickel Lauritsen, sum dagliga tekur sær av trygdini á leikvøllinum hjá Brøndby IF. Sum trygdarstjóri er hansara uppgáva at syrgja fyri, at trygdin er í lagi, tá dystir verða spældir.

 

Nú er hann komin til Føroya, og skal eygleiða trygdina á Tórsvølli í sambandi við landsdystirnar ímóti Kasakstan í kvøld og Eysturríki týskvøldið.

 

Trygdarstjórin, ið er fyrrverandi løgreglumaður, væntar ikki at fáa so nógv burtur úr eygleiðingini í kvøld, men øðrvísi verður týskvøldið.

 

- Til tann dystin verða nógv fleiri áskoðarar, og tað verða væntandi eini 350 eysturíkarar til tann dystin, so tá fái eg ivaleyst eina betri mynd av trygdarviðurskiftunum, sigur Jacob Mickel Lauritsen.

 

Hoyr alla samrøðuna við trygdarstjóran hjá Brøndby IF við at trýsta á pílin undir myndini.