Soleiðis verður spurt á Vinnudegnum, sum verður 28. september, og har yvirskipaða evnið á degnum er Heimamarknaður – heimsmarknaður. At kjakast um, hvørt føroyskt vinnulív skal hava sersømdir, hava vit fingið Maluna Johansen, búskaparfrøðing, Fróða Magnussen, stjóra á Formula og Árni Winther, stjóra á Árni Winther Arkitektar. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um.