Tað krevur 60 milliónir krónur í inntøku um árið, um nýggi Tróndur í Gøtu, sum varð doyptur leygardagin, skal kunna bera seg.
– Vit mugu nokk taka eitt sindur av kvotunum hjá onkrum øðrum skipið, og málið má vera einar 60 milliónir, um skipið ikki skal koma út við reyðum tølum, sigur Jákup Jacobsen, reiðari.
Hann leggur afturat, at olja og sovorið, sum svingar nógv, sum hevur nógv at siga.
Køliskip
Fleiri hava bygt frystiskip, men tað hava teir í Varðanum í Gøtu ikki valt við Tróndi í Gøtu.
– Tá tú fert í gongd við eitt tílíkt projekt, verður ikki bara skotið í rúgvu. Vit kanna møguleikarnar, og funnu fram til, at tað er við hesum slagi at skipum, at vit hava klárað okkum væl við og duga, fortelur Jákup Jacobsen.
Hann sigur eisini, at í Noregi eru fleiri reiðarí farin frá frystuskipunum, so teir eru ikki einsamallir at byggja hetta slag av skipum.
– Men tað er møguligt, at hitt hevði verið rættari, men tað vita vit ikki fyrr enn vit hava roynt hetta, staðfestir reiðarin.
Minni motor
Nýggi Tróndur í Gøtu hevur minni maskinorku og minni skrúvu enn fleiri onnur skip av sama slag, sum eru bygd seinastu árini. Ætlanin við hesum er at spara olju.
– Tað er meira økonomiskt, tí skipið brúkar minni olju, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari.
Hann vísir somuleiðis á, at skipið hevur fingið sær skipan, sum kann vísa, hvussu nógv olja verður nýtt fyri at fáa hvørt kilo av fiski umborð.
Varðin hevur eisini hugsað at vera upp á forkant í útláti, og tí hava teir sett katalysator, sum reinsar útlátið frá motorinum, umborð, umframt at teir sett ein útstoytsketil umborð, so teir brúka tann hitan, sum fer út umaftur.
Draga somu línu
Um orsøkina til, at tað ber til hjá reiðarínum at klára seg so mikið væl, sum tað ger, sigur Jákup Jacobsen, at tað helst hevur havt nógv at siga, at teir upprunaligu 16 partaeigararnir og núverandi 11 altíð hava verið rættiliga samdir um, hvat skuldi gerast.
– Eg haldi vit standa væl saman. Tað er øgiliga sjáldan, at vit ikki allir draga sama veg, og tað hevur nógv at siga. Men annars haldi eg eisini, at vit hava traditión fyri hesum fiskarínum, og tí hava vit gott fólk, samstundis, sum vit hava sett fólk við alla tíðina.
– Erfaringarnar hjá teimum eldru, koma teimum ungu til góðar, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur somuleiðis, at tað eisini má drívast hart.
– Tað verður ikki ligið, um nakað er at fara eftir, staðfestir Jákup Jacobsen.
Hava havt avbjóðingar
Tað hevur ikki altíð verið soleiðis, at tað hevur gingið væl hjá reiðarínum í Gøtu, tí tá reiðaríið byrjaði var tað rættiliga tungt at halda sær flótandi, men seinastu árini hevur gingið væl hjá Varðanum í Gøtu, sum fram til fyri kortum æt Vinnan.
– Við gamlar Tróndi í Gøtu gekk ikki altíð líka væl, men nú eru listarnir av teimum, sum vilja sleppa umborð á okkara skip langir, og tað hevur borið til at byggja nøkur skip afturat, sigur Jákup Jacobsen.