Ein mamma er nú dømd at sita trý ár og níggju mánaðir fyri at hava gjørt seg kynliga inn á fýra ára gamla son sín.
Hetta er eitt mál har eisini ein føroyingur hevur ein týðandi leiklut, tí hann er skuldsettur fyri at hava eggjað kvinnuna til ágangin ímóti soninum og hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani í oktober tá ið hann varð handtikin í Danmark, beint sum hann var komin úr Føroyum við flogfarinum
Málið er viðgjørt í rættinum í Lyngby í dag og har varð kvinnan ákærd fyri at hava neyðtikið tann fýra ára gamla sonin 20 ferðir, umframt at hon gjørdi seg kynsliga inn á hann í aðrar mátar. Og sambært ákæruni var tað føroyingurin, sum eggjaði hana til yvirgangin, sum var regluligur í einar tríggjar mánaðir, skrivar Ritzau. Mamman tók eisini kynsliga ágangin upp á film og sendi føroyinginum upptøkurnar.
Kvinnan játtaði seg sekan, men føroyingurin hevur noktað fyri at hava nakran leiklut í áganginum. Sambært ákæranum hendi ágangurin hvørja ferð eftir at maðurin hevði eggjað mammuni til tað og hon tók eisini 50 pornografiskar myndir av áganginum, og sendi manninum tær. Umframt tað hevði hon aðrar pornografiskar myndir og sjónbond av áganginum
Ritzau sigur, at málið ímóti føroyinginum hevur bíðað eftir at málið ímóti kvinnuni varð avgjørt. Hon hevur annars biðið um umhugsunartíð og sostatt er ikki greitt um hon skjýtur dómin fyri hægri rætt.
Tað var sosiali miðilin, LinkedIn, sum boðaði løgregluni frá málinum. Kvinnan og maðurin, sum eru javngomul, 42 ár, hittust á sosiala miðlinum og tað er har, at tey bæði hava samskift. LinkedIn varnaðist myndirnar og meldaði málið til løgregluna.