Skal gera tiaru og krúnu til Miss Føroyar

Er eisini biðin um at gera tiaruna til Miss Universe Norge.

Erla-Maria Skovlund fekk eina heldur sjáldsama uppringing í farnu viku. Í hinum endanum var fyriskiparin av Miss Universe Danmark.

 

Hann segði, at Laila av Reyni hevði víst honum nakað av hennara arbeiði, og tí ringdi hann fyri at spyrja, um hon kundi gera tiaruna og krúnuna til Miss Universe Føroyar. Krúnan er tann, ið fer at ferðast frá einum vinnara til øðrum komandi árini, og verður sjálv ímyndin av sigrinum í kappingini. Tiaran er til einstaka vinnaran til ognar. Seinni í vikuni varð hon eisini biðin um at gera tiaruna til vinnaran av norsku Miss Universe kappingini.

 

- Sjálvandi segði eg ja, sigur Erla-Maria Skovlund við einum smíli.

 

- Hetta er ein øðrvísi uppgáva enn eg eri von við, men eg gleði meg til uppgávuna og eri sera spent, sigur Erla-Maria Skovlund. Eg havi áður droymt um at gera okkurt líknandi, okkurt prinsessukent við krúnum og annað, men havi ongantíð havt eina góða umbering til tess. Tað havi eg nú, sigur hon.

 

Erla-Maria Skovlund er so smátt farin undir at tekna krúnur og tiaru og at velja tilfar.

- Eg havi eina mynd í høvdinum av, hvussu tær skulu síggja út. Sjálvandi skulu tær vera úr silvuri, kanska við onkrum føroyskum steini í. Eg havi avgjørt at leita mær íblástur úr víkingatíðini, kanska úr norrønu gudalæruni. Eg vil, at krúnan og tiarurnar skulu hava ein sermerktan norðurlendskan ella norrønan dám yvir sær, sigur hon.

 

Erla-Maria Skovlund, áður Jørgensen, byraði so smátt at gera smúkkur í 2003. Í 2010 byrjaði hon fyritøkuna EMJ Jewellery og opnaði handil í Gríms Kambansgøtu í Havn í desembur 2013. Í mai 2014 broytti hon navn á handlinum til Silvursnið.

 

- Vit hava nógv at gera fyri tíðina. Vit gjørdu væl umtóktu Solar Eclipse hálsketurnar, og tær fóru við nógvari orku. Nú byrjar ólavsøkan at nærkast, so nú fylla uppgávurnar um silvur til føroysk klæði nokk so nógv, umframt at vit gera okkum til reiðar til at taka ímóti útlendskum ferðafólkum í summar, sigur Erla-Maria Skovlund, eigari av Silvursnið, at enda.