Skal ikki enda sum Linda Andrews

-Eg eri glaður fyri, at Anna reyk úr kappingini á toppinum. Hon gav sína bestu framførslur nakrantíð fríggjakvøldið, og fór út sum ein stjørna. Tað er gott, at hon ikki endar sum Linda Andrews, sigur Remeé við ekstrabladet.dk.

Linda Andrews vann X-Factor 2009, men er mest sum dottin í bakgrundina síðani. Hon hevur givið eina fløgu út eftir X-Factor, men síðani hevur hon ikki verið serstakliga sjónlig hvørki í Danmark ella Føroyum, og sjálvt DR ynskir ikki stjørnuna frá í fjør til stóru finaluna í Parkini.

Eisini føroysku ummælararnir Malan Eyðunsdóttir og Uni Leitistein Hansen halda, at tað var best fyri Onnu, at hon fór úr kappingini sum ein stjørna. 


- Taka við The Dreams sum dømi, so fóru teir í Grand Prix – ikki tí teir ætlaðu at vinna kappingina, men tí teir vildu hava reklamuna. Og júst hetta hevur Anna eisini fingið. Hon hevur ikki fingið X-Factor vinnara heitið, og er tí enn óspilt. Hon er eisini vorðin kend bæði í Føroyum og Danmark, og hevur fingið ótrúligan stuðul, siga tey bæði við Rás2.

Tá valið fríggjakvøldið stóð ímillum Jesper og Onnu, so er Anna eisini nøgd við, at hon fór og ikki Jesper. 


- Eg hevði allarhelst havt tað verri, um eg stóð eftir, og Jesper bleiv sendur heim, sigur Anna Nygaard. 



Kemur sterkt aftur

Anna Nygaard byrjaði sína songkarrieru í føroysku kappingini Ársins Songrødd, sum hon vann í 2008. Føroyingar fingu tá eyguni upp fyri henni, og nú er hon nærum vorðin ein landshetja her á klettunum. Og hóast dómararnir í byrjanini av kappingini sáddu iva um, hvørt hon fór at megna at útvikla seg nóg nógv, so hevur hon, á hennara X-Factor leið, ment seg til at verða sterkasta songrøddin, ið hevur staðið á X-Factor pallinum.

Og spurd um, um hon aftur ætlar at halda fram við sangkarrieruni sigur hon.

- Ja! Avgjørt. Eg komi sterkt aftur, sigur vakra songkvinnan Anna Nygaard, sum eisini avdúkar, at hon fer at útgeva eina fløgu í næstum.