Eg viðgeri ikki innihaldið, men rósi fyri góðan penn, gott arbeiði og innlit sum ger, at stríðandi partarnir verða sjónligir yvir fyri hvørjum øðrum og hjá okkum at meta um, og møguliga koma við einari betri loysn um alment orðaskifti um hetta evnið.
Eg vil taka saman um og vónandi geva eitt triðja íkast til íblástur ella til hugleiðingar.
Fyri at venda aftur til málið, so haldi eg høvuðstvístøðuna vera óttan fyri tí fremmanda, fyri muslimum, muslimskum lívstíli, sharia og Koranini, og í hvønn mun tilflytan úr hesari mentan fer at ávirka okkum sum land og tjóð.
Tað snýr seg ikki um tann einstaka ella um menniskja, sum menniskja, men um fólkini sum bólk, sum átrúna, sum trúarsamfelag, lívsstíl og sum mentan.
Vit eru smá sekstitúsund fólk, sum upp gjøgnum tíðina hava skipað okkum sum samfelag.
Umframt tað hava vit eisini tryggjað hvønn annan búskaparliga, t.v.s. gjøgnum ta solidarisku skattaskipan, sum peningaliga gevur okkum tær sømdir at fáa skúla og útbúgvingar og sosialar tænastur í tí lívsstøðu, vit eru í, íroknað eldrarøkt.
Hóast flestu fólk og húski hava eina nokk so líka tilgongd til tey tilboð og tær almennu tænastur sum eru, so verða tað undantøk, sum vit eisini hava tikið hædd fyri. Við øðrvísi skipanum, stovnum, stuðuli, hjálp og hjálpartólum, Als og fyritíðarpensjón – fyri at nevna nakað.
Eisini hesi viðurskifti eru nøkunlunda undir kontroll; tó byrja vit at síggja eitt ósamsvar millum inngjald og veitingar, tí aldurspyramidan í løtuni hevur eitt øðrvísi skap. Vit verða lutfallsliga nógv fleiri eldri, enn vit hava verið.
Omanfyri standandi avsnitt skuldi bara stutt nema við ta sosialu kontrakt og samfelagskøku, sum vit kenna hana.
Um vit nú royna at seta upp dømi, fyri at lýsa nakrar munir í roknistykkinum, hvørt tað eru vit sjálvi, ella tað eru hini, tilflytarar, tað snýr seg um.
Eitt húski í føstum regluligum kørmum við tveimum lønum og børnum – rindar skatt fyri barnagarð, skúla og diverse, tað verið seg sjúkrahús, vegakervi, ítróttarhallir v.m.
Eitt tilsvarandi húski, sum skal integrerast – tað verið seg barnagarður, skúli, frálæra í máli, frálæra í mentan (um tað skal til) – kann koma at krevja síðustillað tilboð og stuðulsskipanir á ymsu økjunum.
Eisini við atliti til tær støður, har matur og matarskipanir er partar av tilboði, krevur tað eykað.
Skúli, barnagarðar, lærarar og onnur, fáa ein øðrvísi gerandisdag, har samskiftið við børn og foreldur er av øðrum, - meira tvørligum og meira krevjandi slagi. Tað vil so verða og hevur einki við fólkini at gera, men við tað, at tey ikki eru ‘inni í’ okkara viðurskiftum, okkara spælireglum og í okkara landi.
Í Føroyum er nógv sjálvboðið arbeiði, soleiðis at foreldur stuðla, hjálpa til og menna gerandisdagin hjá børnunum uttanfyri skúlatíð, sum eitt slag av afturrindan fyri teir karmar og tær sømdir, sum felagskassin hevur givið.
T.v.s. at vit bæði rinda skatt og eru virkin í felagslívi.
Samanumtikið vil eitt føroyskt húski og eitt tilflutt húski – hava hvør sín almennan útreiðsluprofil, har tann útlendski verður meira kostnaðarmikil, í menniskjaligari orku og í krónum. Ikki altíð sum einstaklingar, men sum bólkar.
Tá havi eg ikki verið inni á í hvønn mun sannlíkindi eru fyri, at tilfluttu, maður og kona, bæði hava ella varðveita arbeiði. Hetta hevði verið ein faktorur, sum eisini hálar skeiva vegin, um tilflytarar eru meira ‘útsettir’ á tí økinum.
Eitt nú koma Danmark og Svøríki eisini fram til hetta roknistykkið, aftaná drúgva tíð sum móttakaraland av fólki úr so øðrvísi mentanum, at tann sosiala kontraktin verður undir trýsti uttanífrá.
Umframt privata samfelagi, sum eg havi skrivað um omanfyri, so kann nakað tað sama sigast um vinnu og arbeiðsgevarar, at tað verða viðurskifti og nógv atlit at taka, tá mentan og virði eru so ymisk.
Tá alt hetta er sagt, so kunnu vit – bara út frá einum búskaparligum perspektivi meta um, í hvønn mun eitt so lítið land sum okkara, sum sjálvt hevur trupult við at fáa síni egnu at støðast, er ført fyri at rúma heilt øðrum mentanum og øllum tí sum fylgir við.
Sjálvsagt kann eitt ávíst minstamark verða.
Evnið er alt ov stórt, fløkt, viðkvæmt og heitt til kjak um annað enn búskaparlig viðurskifti, burðardygd og framtíð, í einari smátjóð sum okkara.
Sjálvandi hava fleirmentanarlig samfeløg eisini fyrimunir, sum eitt roknistykki sum hetta, ikki tekur hædd fyri.
Tó haldi eg ikki kjakið í Føroyum vera búgvið til tann vinkulin enn.
Bergun Kass










